Í samband við drápið av kenda norska advokatinum, 70 ára gamla, Tor Kjærvik í Oslo í fyrrakvøldið, er sonur hansara, sum nú er skuldsettur fyri drápið, avhoyrdur. Sama er við sambúgvanum hjá advokatinum í fleiri ár, sum eisini var í húsunum, tá advokaturin varð skotin og dripin.
Norska løgreglan, sum kannar málið, heldur, at sambúgvin sá drápið, og sambært VG skeyt advokatsonurin eisini eftir sambúgvanum. Tískil er hann nú eisini skuldsettur fyri drápsroynd. Sambært upplýsingum, sum VG hevur, eydnaðist tað sambúgvanum at sleppa til rýmingar.
Tað var seinnapartin í gjár, at løgreglan kunngjørdi, at skuldsetingin móti manninum, sum er í 30-árunum, nú er víðkað til bæði at fevna um dráp og drápsroynd. Skuldsetti maðurin er sonur Tor Kjærvik í einum fyrrverandi forholdi.
- Eg kann ikki siga meira um próvgrundarlagið - uttan tað, at víðkaða skuldsetingin partvís byggir á frágreiðingina hjá sambúgvanum sjálvari, sigur stuðulsadvokaturin, Ellen Holager Andenæs, við VG.
Verjuadvokaturin hjá unga manninum, Sol Elden, sum hevur verið saman við manninum til avhoyringarnar, hevur ongar viðmerkingar til tað, sum maðurin hevur sagt undir avhoyringunum.
Í gjárkvøldið var VG í samband við løgregluna, men tey siga, at fleiri avhoyringar skulu gerast í málinum. Verjin hjá sambúgvanum sigur, at avhoyringarnar hava tikið fleiri tímar, og hon leggur aftrat, at sambúgvin eftir førimuni hevur greitt frá tí, ið hendi.
- Hon er í sjokki. Hon var í húsunum, tá sambúgvi hennara í fleiri ár varð skotin og dripin. Hon hevur eisini sagt, at hon sjálv var fyri einari drápsroynd, sigur stuðulsadvokaturin, sum ikki vil siga nakað neyvari um, hvat sambúgvin segði undir avhoyringunum.
Men, hvussu var sambandið millum unga mannin, sum nú er skuldsettur og sambúgvan?
- So vítt eg veit vóru viðurskiftini teirra millum heilt góð, sigur Ellen Holager Andenæs.
Í dag klokkan 13 lokala tíð skal maðurin, sum skeyt og drap pápa sín, kenda norska advokatin, Tor Kjærvik, til grundlógaravhoyr í Oslo Tingrætti. Umframt at vera skuldsettur fyri dráp, er ungi maðurin nú eisini skuldsettur fyri drápsroynd.
Tá hjálparfólk komu á staðið eftir syrgiliga tilburðin í Oslo mánakvøldið um 21-tíðina, varð roynt at bjarga advokatinum við lívbjargandi fyrstuhjálp, men tað eydnaðist ikki. Stutt eftir meldaði sonurin seg sjálvan hjá løgregluni og varð handtikin.