Óttast at færri fara at velja týskt í fólkaskúlanum

Astrið Breckmann, løgtingskvinna, vil hava Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, at greiða frá ætlanunum við fremmandamálum í fólkaskúlanum.

Hon spyr millum annað, um týskt skal gerast til kravda lærugrein longu í 7. flokki.

 

Týskt er í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki í fólkaskúlanum. Men broytingar í upptøkukrøvunum til miðnám kunnu fáa avleiðingar fyri, hvussu nógvir næmingar velja týskt.

 

Tað heldur Astrið Breckmann, løgtingskvinna, sum í dag hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning.

 

Hon spyr fyrst, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við undirvísingini í fremmandamálum í fólkaskúlanum.

 

Harumframt vil hon hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera týskt til kravda lærugrein í 7. flokki, áðrenn næmingarnir í 8. og 9. flokki kunnu velja týskt.

 

Bakgrundin er millum annað upptøkukravið til hugvísindabreytina á miðnámi. Í dag skulu næmingar, sum søkja á hugvísindabreytina, hava staðið týskt í fólkaskúlanum.

 

Sambært Astrið Breckmann eru tó ætlanir um at taka hetta upptøkukravið burtur.

 

Hon vísir á, at landsstýrismaðurin áður hevur sagt, at ætlanin er, at týskt skal verða kravd lærugrein í 7. flokki og síðani vallærugrein í 8. og 9. flokki.

 

Astrið Breckmann vil tí eisini vita, um landsstýrismaðurin hevur mett um, hvørja ávirkan tað kann fáa á talið av næmingum, sum velja týskt í fólkaskúlanum, um upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur.

 

Fyrispurningurin varð settur í Løgtinginum í dag, 21. august.