Outsidarahøgg í insidaralist

Høggini fúka um oyruni á føroyska mentanarlívnum í nýggja tíðarritinum Outsider Magazin. Men vit fáa tað eisini at vita, tá tað er okkurt, tey halda vera frálíkt. Vit hava hugt nærri at nýggja mentanartíðarritinum og fingið orðið ritstjóran, Kim Simonsen

[William]
klippir negl
pilkar
sær í nalvanum
og hugsar út
um sína nøs
(Høgni Egholm Magnussen, Outsider Magazin no.1)

Fyrsta útgávan av Outsider magazin er rúgvusmikil, einar 170 síður, har í alt eini 20 føroyskir og útlendskir skribentar hava givið síni íkast. Sum flestu líknandi tíðarrit, fevnir Outsider um greinar, hugleiðingar, stuttsøgur, yrkingar og ummæli, men í innihaldi ella boðskapi víkir Outsider rættiliga nógv frá tí, vit kenna frá útgávum av hesum slag í Føroyum. Tónin er sum heild atfinnandi, stundum agressivur og í eini manifestlíknandi yvirlýsing, ?Eitt neyðugt blað?, ger ritstjórin frá byrjan upp við stórt sæð øll rák innan føroyska list yvirhøvur. Tíðin er komin, at føroyingar verða settir andlit til andlit við sín egna gerandisdag og tora at eftirmeta sína egnu list út frá somu treytum, sum altjóða list.

Bara tað besta
Eftir eina slíka yvirlýsing, kann tað undra, at til dømis ongin av nýggjastu føroysku skaldsøgunum verður ummæld í nýggja Outsider. Tað nærmasta vit koma eini ?føroyskari? skaldsøgu er tann danska Når engle spiller Mozart eftir Lisbeth Nebelong, sum fer fram í Føroyum.
- Orsøkin til, at vit hava tikið Nebelong við, er stutt sagt at, hon hevur skrivað eina knallgóða skaldsøgu um føroysk viðurskifti, sum føroyskir høvundar kundu lært nakað av. Tað sama kann tíverri ikki sigast um flestu nýggju skaldsøgur á føroyskum. Vit hava sagt frá byrjan, at vit taka okkum rætt til bara at taka tað besta við. Ætlanin við Outsider er ikki at skriva onkur hissini ummæli bara fyri ein ordans skyld, men at byggja nakað nýtt upp. Eg haldi, at vit skulu ansa okkum fyri, at byggja ov nógv á vánaligar føroyskar høvundar, sigur Kim Simonsen, ritstjóri.
Men hvussu so við nógva kjakinum um Listasavnið? Hevði tað ikki verið upplagt, at eitt tíðarrit sum Outsider, sum vil vera við í fremstu røð, blandaði seg uppí tað kjakið og segði sína hugsan?
- Jú, avgjørt. Trupulleikin er bara, at Outsider bara kemur út eina til tvær ferðir um árið, og at tað tekur út við hálvanannan mánað at ritstjórna og prenta blaðið. Skuldu vit taka kjakið um Listasavnið við, var stórur vandi fyri, at tað bara bleiv eitt veikt ekkó av einum kjaki, sum einaferð var. Hildu vit also tá, sigur Kim og vísir á, at heimasíðan hjá Outsider netupp er ætlað sum eitt áhaldandi og livandi kjakforum, har tilfarið javnan verður skift út og dagført.

Outsidarin ? ein kliché?
Stóra temaið í hesum fyrsta Outsider er, ikki óvæntað, outsidarin. Men er tíðin ikki langt síðani farin frá hasi romantisku Outsidara mytuni? Tað tykist sum, at tað nettupp er eitt ráðandi rák at skrála harðast, provokera mest og uppføra seg løgnast. At tað er vorðið smart at vera outsidari. Ein av mest aktuellu kjakbókunum í Danmark í løtuni, Kritik af den negative opbyggelighed, hjá Søren Ulrik Thomsen og Frederik Stjernfelt ger eisini endaliga upp við mytuna, tí hon er vorðin ein útvatnað kliché, sum bara er ímóti, men ongantíð fyri nøkrum.
- Tað kann gott síggja út sum, at Thomsen og Stjernfelt buka ein pela gjøgnum alt okkara argument. Men sum eg lesi hasa bókina, gera teir upp við Outsidaran sum kliché, tí teir vilja verja tann sanna outsidaran. So grundleggjandi koma teir til somu niðustøðu, sum vit. Vit provokera ikki bara fyri at provokera ella fyri at vera smartir. Vit hava har afturímóti gravað tann ektaða outsidarin fram aftur. Hugsa vit í vanligum sosialum hugtøkum, so umboðar Outsidarin eitt sosialt problem, men innan bókmentir í 20. øld var outsidarin eitt menniskja, ið sá longri enn onnur og ikki lat seg tøla av ráðandi rákum, lógini, Gudi, morali, ella hvat onnur nú hildu vera rættast, sigur Kim.
Út frá hesum viðger Outsider Magazin outsidarafigururin út í æsir, serliga í einum bókmentasøguligum høpi. Men í greinini ?Far-out Islands? verður lesarin tveittur beint inn í føroyska nútíðarsamfelagið, har fólk og serliga outsidarin ikki fáa anda fyri berari heimføðisligheit, valdsjúku og snævurskygni.

Frástøða
Outsider Magazin hevur heimstað í Keypmannahavn. Hetta heldur blaðstjórin vera ein týðandi fyrimun, tí tað gevur heilt aðrar møguleikar at fylgja við í tí, sum hendir á altjóða mentanarpallinum og fáa íblástur frá øðrum líknandi tíðarritum. Hann minnir á, at Outsider Magazin eisini er ætlað sum ein sýnisgluggi hjá føroyskari list úteftir, so hon kann fáa uppmerksemi aðrastaðni enn bara í Føroyum. Tað er eisini ein av orsøkunum til at fleiri av tekstunum í Outsider eru skrivaðar á donskum.
- Skalt tú geva eitt nýskapandi íkast til føroyska mentanarkjakið, kann tað eisini verða neyðugt við eini ávísari frástøðu til sera tronga listarliga umhvørvið í Føroyum. Stendur tú mitt í tí, er skjótt at missa yvirlitið og bara glíða í hølinum á ráðandi rákinum. Modernað føroysk yrking er tíverri eitt gott dømi um, hvat kann henda, tá eitt einstakt rák fær status av at vera tað einasta rætta, og sum allir yngri yrkjarar so kopiera, sigur Kim, sum í heila tikið eftirlýsir einum mótspæli til einsháttaðu listarligu rákini í Føroyum.
- Vit síggja hetta eisini í almenna mentanarkjakinum í Føroyum sum heild. Fólk gerast smásær og nærmast firtin, tá tað er okkurt, tey ikki skilja, og kjakið verður hareftir - einsháttað og innetið. So leingi, tú bara tvíheldur um tað trygga og vælkenda, hendir onki, tí tað er ikki fyrr enn tú roynir at rúma tí, sum er øðrvísi, at gamlar fatanir fáa eina avbjóðing. Vit fara at bjóða fólki tað, tey ikki vistu, at tey vildu hava ? eitt moderna kjak um bókmentir og list í mun til føroyska samfelagið, sum tað er í dag og ikki, sum tað einaferð var.