Ov nógv ferð kravdi mannalív

Við meiri enn 150 km/h misti bilførarin tamarhaldið á bilinum, sum rendi á ein el-steyra og fór í leysari luft oman í fjøruna yvir við Strond í Havn gjáranáttina. 22 ára gamli bilførarin doyði á staðnum

Klokkan 045 gjáranáttina fekk løgreglan í Havn boðini um, at ein syndarlig ferðsluvanlukka var yviri við Strond í Havn, sum kostaði 22 ára gamla bilføraranum lívið.

Løgreglan hevur vitnisfrágreiðing um, at bilurin kom við nógvari ferð - meira enn 150 km/t - heimeftir fram við húsunum har Radioamatørarnir og Føroya Ellisakfør halda til, tá bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, sum rendi á ein el-steyra og síðani fór í leysari luft einar 70 metrar, fram við vegnum meðan hann bóltaði runt, til hann lendi niðri í fjøruni.

Trý fólk vóru í bilinum. Umframt 22 ára gamla føraran fekk ein 30 ára gamal maður skaða. Hann er kortini ikki í lívsvanda, upplýsir løgreglan. Ein 19 ára gomul genta, sum sat framman, fekk bert smærri snuddir - hon sat í trygdarbelti.

Tann 19 ára gamla gentan fór sjálv á politistøðina í J. Broncksgøtu at boða frá óhappinum, men tá hevði løgreglan fingið boðini frá einum bilførara, sum kom fram við stutt eftir óhappið.

Løgreglan veit ikki enn, um rúsdrekka var upp í óhappinum, men ivast ikki í, at talan var um skilaleysa koyring.

Løgreglan tosar javnan við ungar dreingir, at fáa teir at skilja vandan við skilaleysu koyringini, men einki rínur við. Eisini fær løgreglan javnan boð um, at skilaleys koyring fer fram yviri við Strond, har ein onnur vanlukka pálmasunnudag í ár kostaði tvey mannalív