Ov snævurt bert at byggja á føroyskt tilfeingi

- Tilfeingið vit eiga er sera avmarkað og tað verður alt ov snævurskygt bert at byggja á tað. Tað er avgjørt ikki til at kasta burtur, men tað er ikki nóg mikið. Tí eigur ein lista- og handverksskúli at byggja á hugtakið list og handverk og so skal tað føroyska koma afturat, sigur Høgni W. Larsen í viðmerking til kjakið um lista- og handverksskúlan, sum ætlanin er at seta á stovn longu næsta ár.

Eitt sindur av kjaki hevur staðist av lista- og handverksskúlanum, sum ætlanin er at seta á stovn. Hesin skúlin hevur verið uppi og vent nakrar ferðir, onkrar ítøkiligar royndir hava verið gjørdar og meiningarnar eru sum vera man rættiliga ymiskar um, hvat grundarlag skúlin skal byggja á, hvussu undirvísingin skal skipast og hvar í landinum ein slíkur skúli skal liggja.

Høgni W. Larsen, arkitektur og listamaður, er ein teirra, ið hevur víst hesum skúlanum serligan ans. Fyri fýra árum síðani skjeyt hann upp fyri táverandi landsskúlafyrisitingini, at ein listaskúli fekk innivist í hølum hansara á Argjum, einum stórum bygningi, ið hóskar rættiliga væl til endamálið. Í aftursvari frá landsskúlafyrisitingini fekk hann at vita, at áðrenn farið verður í holt við ein slíkan skúla, sum tað almenna skal gjalda, er neyðugt, at fleiri spurningar verða gjølla lýstir.

Og tað er í hesum sambandi, at ein arbeiðsbólkur er settur, mannaður við fimm limum, ið allir á ein og annan hátt hava vitan og innlit um hesi viðurskifti. Í viðtali í blaðnum við Henzar Ellingsgaard á Undirvísingar- og mentamálastýrinum fyri tveimum vikum síðani segði hann, at arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við álitið til várs og at skúlin fer í gongd antin við skúlaársbyrjan ella við ársskiftið næsta ár.


Hvat eiga vit

Høgni W. Larsen heldur, at um ein komandi lista- og handverksskúli skal byggja á útspælið frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum, nevniliga á egið tilfeingi, umhvørvi og siðaarv, bíta vit okkum sjálv í halan, tí tað verður ov snævurskygt.

- Tilfeingið er sera avmarkað og fellur aftur á tað sama. Her verður hugsað um ullina og tað sum vit kunnu fáa burtur úr henni. Tað er avgjørt ikki til at kasta burtur, men tað er ikki nóg mikið. Hinvegin eru royndir gjørdar við hesum, men tær hava ikki givið nóg mikið. At virka burtur úr ull, at gera lampuskermar burtur úr føroyskum timbri, at gera lampur úr føroyskum gróti, málningalist og annað. Hetta kann alt verða eitt ískoyti til ein slíkan skúla, men eigur ikki at vera tað, sum skúlin í høvuðsheitum skal byggja á. Umframt tilfeingið sum er í landinum, trúgvi eg, at tað týdningarmesta tilfeingið eru sjálvi listafólkini vit eiga. Í mun til støddina á landinum eru nógv sera dugnalig listafólk.

- At byggja á okkara egna tilfeingi er eitt øgiliga vítt hugtak. Eftir mínum tykki eigur ein slíkur skúli at byggja á hugtakið list og handverk sum so, og so skal tað føroyska koma afturat. Vit fáa helst ongantíð ein lista- og handverksskúla sum aðra staðni, tí vit eru so fáment, men vit eiga at hyggja eftir, hvussu slíkir skúlar eru aðra staðni. Tað týdningarmesta trúgvi eg eru sambondini úteftir, serliga við hini Norðurlondini, og tey eiga vit ikki at undirmeta, sigur Høgni W. Larsen.


Ikki bert fyri ung

Ein lista- og handverksskúli eigur ikki bert at vera fyri ungfólk, heldur Høgni W. Larsen.

- Atgongd eigur eisini at vera fyri eitt sindur eldri fólkum, sum hava roynt eitt sindur her í lívinum og sum hava verið burturi og sæð, hvussu gjørt verður aðra staðni. Hesi hava avgjørt eina barlast og nakrar royndir, og kunnu tí vera ein stuðul hjá skúlanum. Verður skúlin bert fyri ungfólk, er vandi fyri, at næmingagrundarlagið verður ov tunt, tí sannlíkt er, at nógv teirra halda uppat um tey finna út av, at tað er einki fyri tey og at tey ikki kunnu liva av tí. Undirvísingin kann vera samskipað við fólkaskúlan, men ikki bara hann.

- Tað kostar øgiliga nógv at seta ein slíkan skúla á stovn, men har má landið stuðla við tí, ið krevst. Annars er tað burtur í vón og viti at seta skúlan á stovn yvirhøvur. Skúlin eigur at geva atgongd til víðari útbúgvingar í øðrum londum, men tað krevur aftur tað, at vit til deils fáa útlendingar at undirvísa. Annars verður undirvísingin ov einstáttað, sigur Høgni W. Larsen.


Marknaðurin

Ein stórur, um ikki tann størsti trupulleikin við hesum er avmarkaði marknaðurin í Føroyum.

- Vit hava ein øgiliga lítlan marknað. Listafólk sum fara aðra staðni við verkum sínum finna skjótt út av, hvussu trupult tað er at gera seg galdandi. Hugurin hjá fólki dettur burtur, tá ið tey síggja, hvussu trupult tað í grundini er. Ein skúli eigur at miða ímóti at røkka út um tað føroyska og tá nyttar ikki bara at hava tað føroyska tilfeingið at byggja á, sigur Høgni W. Larsen.

Høgni W. Larsen hevur í fleiri ár arbeitt við at tekna og gera lampur burtur úr stáli og glasi. Sum flest vita hevur hann teknað Fríðríkskirkjuna og lampurnar, ið hanga í skipinum. Hesar lampurnar verða nú gjørdar í Svøríki og fýra av teimum verða hongdar upp í Kvívíkar kirkju til jóla.

- Mest sum alt eg brúki til lampurnar kemur úr útlandinum, tí vit kunnu ikki framleiða tað sum krevst í Føroyum. Men alt tað skapandi og listarliga í lampunum er føroyskt og tær verða settar saman í Føroyum. Soleiðis er tað eisini hjá kendum handlum sum til dømis Louis Poulsen og B&O. Her verða størstu partarnir av deilunum gjørdir í útlandinum, men "designið" er danskt og nærum alt verður savnað í Danmark. Og hetta verður roknað sum danskt burturav, sigur Høgni W. Larsen.


Hvar

Hvar lista- og handverksskúlin skal liggja verður uttan iva ein trupul spurningur at greiða hjá arbeiðsbólkinum. Tað vísir seg hvørja ferð ein nýggjur skúli verður stovnaður. Samansetingin av arbeiðsbólkinum, sum skal evna álitið um lista- og handverksskúlan gevur ábendingar um, at hann skal liggja í Klaksvík, tí tveir limir í bólkinum umboða áhugamál í Klaksvík, annað hvørt kommununa og húsarhaldsskúlan.

- Skúlin eigur at liggja, har møguleikarnir eru bestir, soleiðis at vit kunnu gera brúk av teimum amboðum vit longu eiga. Listaskálin hevur til dømis besta grafiska verkstaðin í Norðurlondum og tað trúgvi eg má telja við. Tí trúgvi eg, at skúlin eigur at liggja í Havn. Eg dugi ikki at ímynda mær, at skúlin kann liggja í Klaksvík, tí tað verður alt ov trupult. Næmingatalið verður beinanvegin avmarkað um skúlin verður lagdur út í útjaðaran, sigur Høgni W. Larsen at enda í viðtali.