Ov trongt hjá Lívdini

Samkoman Lívdin í Hoyvík er vaksin so nógv, at tey vóru noydd at finna sær onnur høli til møtini sunnudagar. Nu sunnudagin verður seinastu ferð, at samkoman hevur møti í Hoyvíkar skúla. Hereftir verða møtini hildin ikki so langt frá Hoyvíkar skúla. 14. februar verður nevniliga fyrsta møtið hildið í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt. - Tað var vorðið ov trongligt í Hoyvíkar skúla, sigur Jógvan Zachariasen, pastorur í samkomuni við Rás2. Samkoman hevur havt ein góðan vøkstur av fólki, síðani møtini byrjaðu í 2001. - Nú eru vit komin í ta støðu, at samkoman ikki veksur, um vit ikki vaksa meiri um karmarnar, sigur Jógvan. Samkoman hevur annars í umbúna at byggja nýggjan bygning í Hoyvík. Bæði prosjektering og tekningar eru klárar, men bíðað verður eitt bil við byggingini, inntil fíggingin er í lagi.