Tað hevur altíð eyðkent ovastevnu, at nógvir frítíðarbátar leita út til Nólsoyar. Her hugna fólk sær saman í báti, eins og gjørt verður á øðrum bátastevnum. Hetta setir sín dám á ovastevnu.

Ovastevna og regatta fylgjast á hvørjum ári

Í fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at bátar, sum eru við í regattasigling í Sundalagnum fríggjadag, halda leiðina fram til Nólsoyar á ovastevnu leygardag

 

Tað hevur altíð eyðkent ovastevnu, at nógvir frítíðarbátar leita út til Nólsoyar. Her hugna fólk sær saman í báti, eins og gjørt verður á øðrum bátastevnum. Hetta setir sín dám á ovastevnu.

Í dag, fríggjadagin, skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri regattasigling av Eiði til Hósvíkar, og í kvøld er stórt tiltak í Hósvík, sum vanliga varar til langt út á náttina. 

 

Regasiglingin er ikki minst ætlað róðrarmanningum sum eitt hugnaligt tiltak eftir lokið kappróðrarár, og tað vórðu eisini kappróðrarbátar, sum fyrstir loystu á Eiði seinnapartin í dag.

 

Í kvøld er nógv á skránni í Hósvík, og tá morgindagurin kemur, bjóðar Hósvíkar Róðrarfelag regattafólkinum morgunmat. 

 

Tað er vanligt, at fleiri av manningunum, sum eru við í regattasiglingini og veitsluni í Hósvík fríggjakvøld, halda leiðina fram til Nólsoyar á ovastevnu leygardag.

 

Vanliga eru tað ikki róðrarbátarnir, sum halda leiðina fram til Nólsoyar seinnapart leygardag, men gardinbátarnir – um vit so kunnu siga.

 

Tó er lítið at ivast í, at fleiri róðrarfólk eisini enda í Nólsoy leygarkvøld, har tey seta endaligt punktum fyri róðrarárið.

 

Tað hevur altíð eyðkent ovastevnu, at nógvir frítíðarbátar leita út til Nólsoyar til stevnuna, og her hugna fólk sær saman í báti, eins og gjørt verður á øðrum bátastevnum kring landið gjøgnum summarið.

Tí kunnu siga, at ovastevna eisini hevur verið og framvegis er ein ávís bátastevna, har bátar og bátsmanningar seta sín serliga dám á tiltakinum í Nólsoy.

 

Øll hesi ár, síðan hósvíkingar og nólsoyingar fóru at “samstarva”, hava bæði tiltøkini havt stóra undirtøku millum frítíðarsiglarar og onnur, sum dáma at vitja á hugnaligu bygdastevnunum.

 

Tað eru helst fá tiltøk, sum liggja sama vikuskifti, ið rigga so væl saman, sum regattasiglingin í Sundalagnum og ovastevnan í Nólsoy gera.

 

 

 

Tað hevur altíð eyðkent ovastevnu, at nógvir frítíðarbátar leita út til Nólsoyar. Her hugna fólk sær saman í báti, eins og gjørt verður á øðrum bátastevnum. Hetta setir sín dám á ovastevnu.