info
Ongi úrslit

Varandi Vinna eitt nýtt netverk í Vinnuhúsinum

Føroyskar fyritøkur fáa nú ein nýggjan pall at samstarva um burðardygd á. Nýggi pallurin eitur »Varandi Vinna«.

Eirikur Lindenskov
11. september 2024 kl. 11:24

Á burðardygdstiltaki í Runavík varð fyrr í dag kunngjørt, at føroyskar fyritøkur nú fáa ein nýggjan pall at samstarva um burðardygd. Nýggi pallurin eitur Varandi Vinna.

Endamálið við Varandi Vinnu er at savna fyritøkur úr ymiskum vinnugreinum og í ymiskum støddum í eitt netverk, sum kann styrkja møguleikarnar at finna ítøkiligar loysnir fyri burðardygga menning – bæði í egnum virksemi og í samfelagnum sum heild. Føroyskar fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingarnar á hesum øki, og tí kann tað vera sera gagnligt at hittast og umrøða burðardygd í einum føroyskum veruleika. Varandi Vinna verður røddin hjá vinnuni í burðardygga skiftinum, sum tryggjar góðar varandi karmar at virka í.

Allar fyritøkur kunnu vera við
Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag.

Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum og fyri at lofta  ymiska tørvinum, verður netverkið skipað í tveimum:

  • Varandi Vinna, ið er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd
  • Varandi Vinna - innleiðsla, ið er fyri fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum

Fyritøkur seta sær felags krøv
Tær fyritøkur, ið gerast partur av Varandi Vinnu skulu:

  • seta sær bindandi mál um at minka útlát í vav 1 og 2 í tráð við París-sáttmálan
  • arbeiða við útláti í vav 3 og seta bindandi mál
  • gera árliga almenna frágreiðing um burðardygd (ESG-lyklatøl)
  • ovasta leiðsla skal luttaka á netverkfundum

Innleiðslunetverkið hevur eingi krøv, her er endamálið læring og kunning, soleiðis at fyritøkurnar í framtíðini kunnu flyta seg yvir í Varandi Vinnu.

Fyritøkur kunnu koma upp í netverkini leypandi gjøgnum árið. Hetta er eisini galdandi fyri fyritøkur, ið vilja flyta seg frá Varandi Vinna - innleiðsla til Varandi Vinnu.

Tað verða á leið fýra netverksfundir árliga, og harumframt verða aðrir aktivitetir. Eitt stýri við umboðum úr Varandi Vinnu og innleiðslunetverkinum stingur út í kortið tey evni, ið netverkini skulu arbeiða við ígjøgnum árið. Eitt árligt limagjald verður kravt fyri at fíggja virksemið.

Stýrið verður valt á stovnandi fundi í Vinnuhúsinum tann 24. septembur kl 14.
Allir limir eru vælkomnir á stovnandi fundin.

Til ber at melda til netverkið her

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

24 minuttir síðan
Tíðindi

Minnisvarðin skal gerast lættari atkomuligur

1 tími síðan
Tíðindi

Vil lata lág­inn­tøku­húskj­um 5.000 krónur aftrat

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: Mót­rokn­ing í fólka­pen­sjón­ini átti at ver­ið herd

2 tímar síðan
Tíðindi

Tesla og SpaceX kunnu verða løgd saman

2 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

5 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

11 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

12 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

12 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

12 tímar síðan