Ovasti iranski leiðarin er við í samráðingum

Donald Trump sigur, at Iran hevur góðtikið ikki at útvega sær kjarnorkuvápn

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, er beinleiðis uppi í samráðingunum við USA.

 

Hetta sigur forsetin í einum podkasti, Pod Force One.

 

Sambært amerikanska forsetanum fer hann helst at hitta iranska leiðaran - fyrr ella seinni - sum Donald Trump tekur til.

 

Forsetin sigur eisini, at Iran hevur góðtikið ikki at útvega sær kjarnorkuvápn.

 

Útlendskir miðlar skriva í dag, at hesar útsagnir ivaleyst eru rættar.

 

##med2##

 

- Iran hevur í fleiri ár sagt, at landið ongar ætlanir hevur um at menna kjarnorkuvápn, verður lagt aftrat.

 

 

 

Ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei