Tryggingin
? Umboðsráðið er er ovasti myndugleiki í Tryggingini. Men Umboðsráðið hevur ikki eitt orð at skula hava sagt.
Hetta er kjarnin í atfinningunum hjá Schandorff Vang ímóti tí, sum er farið fram í Tryggingarfelagnum Føroyum, seinastu tíðina.
Hesar seinastu tveir mánaðirnir hevur stjórnin og nevndin í Tryggingini sett eini 15%- 20% av ognunum hjá felagnum í ymiskar vinnuligar ætlanir.
Tilsamans snýr tað seg um út ímóti 200 milliónunum.
?Men umboðsráðið, sum er ovasti myndugleiki í Tryggingini, veit av ongum og er als ikki sloppin at siga sína hugsan, sigur Schandorff Vang.
Fyrst setti Tryggingin einar 100 milliónir í Grønlandsbankan. Síðani setti hon 10 milliónir í Smyril Line og at enda keypti hon Hotel Føroyar fyri einar 60 milliónir.
? Tað er ómøguligt at siga, um talan er skilagóðar íløgur, tí vit vita rætt og slætt als onki um tær, hóast vit í umboðsráðnum hava evstu ábyrgdina.
Hendan støðan fekk nú um dagarnar Schandorff Vang at skriva øllum umboðsráðslimunum og nevndini í tryggingini bræv, har hann staðfesti, at hann góðtók ikki støðuna sum hon er nú.
? Reaktiónirnar, eg havi fingið síðani vísa, at eg eri sanniliga ikki einsamallur um at vera misnøgdir við støðuna, sigur hann.
Hann sigur, at tað eru bæði limir í umboðsráðnum, sum hava gjørt vart við seg. Men tað eru eisini tryggingartakarar, sum hava vent sær til hansara. Og tað er als ikki uttan týdning, tí umboðsráðið umboðar júst tryggingartakararnar.
Evsta ábyrgd
Schandorff Vang sigur at eftir endamálsorðingini skulu ognirnar hjá Tryggingini umsitast á best møguligan hátt.
Eftir skipanini skal umboðsráðið kallast saman í september ella oktober, har kunnað verður um hálvársroknskapin umframt um onnur mál av áhuga.
Samstundis stendur í reglugerðini, at aðalfundurin, sum verður skipaður av umboðsfólkunum, er ovasti myndugleiki í felagnum.
Sostatt er staðfest, at tað er umboðsráðið, sum er hægsti myndugleiki í felagnum. Men umboðsráðið velur síðani eina nevnd at hava dagliga raksturin um hendi, saman við stjørnini.
? Í oktober í ár høvdu vit umboðsráðsfund, har vit vórðu kunnað um hálvársroknskapirnar hjá felagnum.
? Á tí fundinum spyr ein limur í umboðsráðnum beinleiðis, um Tryggingin hevur ætlanir um at fara undir bankavirksemi.
Spurningurin fall tí ymsar leysasøgur vóru farnar at ganga um slíkar ætlanir.
? Svarið frá stjórnini í Tryggingini var, at tað er ikki óhugsandi, men at ongar ítøkiligar ætlanir vóru.
Schandorff Vang sigur, at kortini fingu umboðsráðslimir bræv frá tryggingini nakrar fáar vikur seinni um, at nú hevur Tryggingin keypt partabørv fyri 100 milliónir í Grønlandsbankanum.
Hann vísir á, at 100 milliónir eru eini 10% av allari ognini hjá felagnum.
? Hetta ger Tryggingin uttan at kunnað umboðsráðið um tað frammanundan, hóast spurt varð beinleiðis um tað.
? Og nakrar vikur seinni, beint uppundir jól, brúkar Tryggingin einar 70 milliónir afturat. Fyrst vóru 10 milliónir settar í Smyril Line og síðani varð Hotel Føroyar keypt fyri einar 60 milliónir.
?Heldur ikki hetta er umboðsráðið kunnað um, hóast tað er hægsti myndugleiki.
Fullan rætt
Men hann ásannar eisini, at soleiðis sum skipanin er nú, hava stjorn og nevnd í Tryggingini fullan rætt til tað.
? Tað, sum nevndin altíð hongir seg í, er, at tað ber ikki til at kunnað um tær ætlanir sum eru, tí nevndin hevur tagnarskyldu.
?Sostatt hongur umboðsráðið í leysari luft. Vit eru hægsta vald felagsins og standa við allari ábyrgdini. Vit skulu standa til svars fyri gerðir felagsins, men vit hava als onga ávirkan á tað, sum Tryggingin fæst við og vit fáa ongantíð nakað at vita, fyrrenn avgerðirnar eru tiknar. Sostatt gongur hægsti myndugleiki í Tryggingini í bølamyrkri.
? Okkara einasta uppgáva er at møta á aðalfundi og at góðkenna roknskapin og tað er als ikki nøktandi, sigur Schandorff Vang.
? Tá ið tað gongur væl, er alt í lagi. Men í somu løtu tað gongur illa, er tað umboðsráðið, sum stendur við ábyrgdini.
Schandorff Vang leggur dent á, at við hesum hevur hann ikki sagt, at tað eru vánaligar íløgur, sum Tryggingin hevur gjørt.
? Tað fái eg onki sagt um, tí eg áni ikki, hvat tað í veruleikanum er, sum Tryggingin hevur sett íløgur í, tí vit hava onki fingið at vita.
? Hevði Tryggingin kunnað umboðsráðið frammanundan, kundi vit havt kannað málið og sett viðkomandi spurningar og givið sína støðu til kennar.
? Eitt nú kundi umboðsráðið spurt, hvussu væl Grønlandsbankin er fyri. Eftir tí, eg havi frætt, er talan um partabrøv, sum Danske Bank hevur átt. Vit minnast eisini, at Danske Bank var uppi í Føroya Banka, men pakkaði saman, táið Føroya Banki var á veg á húsagang. Tað kundi verið viðkomandi hjá umboðsráðnum at kanna eftir og spurt um tað er sama orsøk til at Danske Bank nú tekur seg burturúr Grønlandsbankanum.
-? Og nú Tryggingin keypti Hotel Føroyar er komið mær fyri oyrað, at marknaðarvirðið á hotellinum er 35 milliónir. Kortini keypir Tryggingin hotellið fyri 60 milliónir.
Scahndorff Vang sigur, at sum er, hevur hann als onga hóming av um upplýsingarnir eru rættir ella skeivir, ella um talan er um góðar og rættar íløgur, tí hann veit rætt og slætt onki um tað.
? Men varð umboðsráðið kunna um ætlanirnar, kundu vit havt sett okkum inn í málið og tað haldi eg avgjørt hevði verið rætt, tá ið talan er um so stórar upphæddir ? serliga tá ið tað eru vit, sum standa við evstu ábyrgdini, samstundis sum vit umboða tryggingartakararnar og skulu røkja teirra áhugamál.
Tað hevur verið frammi á nøkrum umboðsráðsfundum um at kunna ráðið meiri um ætlanir hjá Tryggingini.
? Men tað einasta, vit fáa at vita, er at tað ber ikki til at kunna okkum, tí nevndarlimirnir hava tagnarskyldu.
Kann ikki halda fram
SchandorffVang sigur, at støðan kann ikki halda fram, sum hon er nú.
Hann heldur ikki at tað er góðtakiligt, at evsta vald í Tryggingini skal ferðast í bølamyrki, uttan at hava minstu ávirkan á tær íløgur, sum Tryggingin ger, serliga tá ið talan er um so stórar upphæddir, um talan er her um.
Tí fer hann nú at arbeiða fyri at broyta bygnaðin í Tryggingini, soleiðis at umboðsráðið fær størri ávirkan.
Enn veit hann ikki, hvussu tað kann gerast. Hann fer nú at kanna møguleikarnar fyri, hvussu bygnaðurin kann broytast.
Men hann ivast ikki í, at hetta eru spurningar, sum kunnu loysast innanhýsis.
-Eitt, sum nevndarlimir í Tryggingini føra fram, er, at tað ber ikki til at kalla umboðsráðið saman í tíð og úrtíð at kunna um ymsar ætlanir og um gongdina í ymsum samráðingum.
? Tað havi eg heldur ikki sagt, at nevndin og stjórnin skulu gera.
? Men í hesum førunum við Grønlandsbankanum, Smyril Line og Hotel Føroyum, kundi nevndin og stjórnin kalla umboðsráðið saman frammanundan og kunna um ætlanirnar. ? Umboðsráðið kundi so sett teir spurningar, sum ráðið helt verða neyðugar og gjørt tær kanningar, sum tað helt vera neyðugar.
? So kundi umboðsráðið antin givið Tryggingini heimild til at gjøgnumført ætlanirnar. Men helt Umboðsráðið hinvegin, at hetta var ikki nakað, Trygginin skuldi fara víðari við, so fekk hon heldur ikki loyvi at arbeiða víðari við ætlanunum.
? Tann rætt eiga vit, sum evsta vald í ryggingini, at hava.
? At tí at vit sita við evsta valdinum, eiga vit at verða tikin við uppá ráð, áðrenn so stórar íløgur verða gjørdar, sum talan hevur verið um hesar báðar seinastu mánaðirnar, sigur Schandorff Vang.
Hann leggur afturat, at hann veit fullvæl, at sum bygnaðurin er løtuni hava stjórn og nevnd í Tryggingini ikki skyldu til at leggja slík mál fyri umboðsráðið, so hann hevur als ikki misskilt sína uppgávu, sum nevndarformaðurin í Tryggingini og kanska eisini forkvinnan í umboðsráðnum meiri ella minni vildu vera við í Sosialinum í gjár.
? Men fyri tað haldi eg, at tað hevði verið rætt at kunna umboðsráðið um ætlanirnar, áðrenn tær vóru settar í verk.
Men sum støðan er nú, kann hann ikki taka undir við tí, sum er farið fram, hvørki tá ið partabrøvini eru keypt ella viðvíkjandi mannagongdunum, sum arbeitt verður eftir.
Hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at ræðast umboðsráðið.
? Eg veit ikki eitt dømi um at umboðsráðslimir hava varpað innanhýsis viðurskifti í Tryggingini út, sigur Schandorff Vang.
Hann dugir heldur ikki at síggja, hví nevndin skal hava tagnarskyldu mótvegis umboðsráðnum í slíkum málum, sum hesum.
?Tað er í fínasta lagi at hava tagnarskyldu í persónligum málum. Men at hava tagnarskyldu í málum, har 100 milliónir standa uppá spæl er ikki rætt.
? Og eg havi ilt við at góðtaka, at sita í umboðsráðnum undir slíkum treytum, sum nú eru og tí vil eg hava bygnaðin broyttan, sigur hann.