Ovi Nysted til B36

B36 hevur tryggjað sær enn ein styrk til komandi kappingarár.

Ove Nysted, sum hevur leikt á besta KÍ-liðnum seinastu árini, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við steypavinnararnar úr B36. Ove er stórur og sterkur leikari, sum vanliga leikar í miðverjuni. Hann kann tó eisini nýtast mitt fyri í álopinum, har hann ofta er vorðin brúktur fyri KÍ. Serliga í deyðbólsstøðum kann Ove gerast ein sannur fongur hjá B36, tí her er hann ein av allarsterkastu leikarum í føroysku kappingini.