Oyðileggið ikki Sandoynna!

Fyri fyrstu ferð koma føroysku náttúrufelagskapirnir nú við felags áheitan til politisku skipanina: Oyðileggingin av Sandoynni má ikki henda.

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag og Veltan hava ein greiðan boðskap til politisku skipanina:

Steðgið alt fyri eitt ætlanunum um at gera oyðandi inntriv í størsta fuglaparadís í Føroyum, størstu grønmetisframleiðsluna í Føroyum, eitt av okkara størstu sjósílavøtnum og eitt av teimum stóru vátlendum í landinum. 

 

Nú er greitt, at allir politisku flokkarnir taka undir við, at vegurin millum Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnillin skal ganga gjøgnum Sandsbygd.

Politisku flokkarnir eru samdir um, at tunnilsmunnin skal staðsetast í Djúpadali norðan fyri Skarvanes - farleiðin fer sostatt gjøgnum sera viðkvom náttúruøki, ið ikki hava sín líka í Føroyum.

Lendið kring Stóravatn og Lítlavatn er eitt av størstu og mest fjølbroyttu vátlendum í Føroyum, har fleiri fugla-, djóra- og plantusløg eru. At leggja farleiðina her er til óbótaligan skaða.

Eisini á Sandafløttinum verður oyðileggingin sjónlig – størsta føroyska grønmetisframleiðslan er staðsett her. Rundkoyringar og ein breiður vegur tvørtur gjøgnum velturnar fer at oyðileggja alt tað, sum er bygt upp her seinastu mongu árini, og kemur øllum teimum, ið ynskja meira føroyskt grønmeti, til góðar.

 

Tað man vera eitt eindømi í Føroya søgu, at ein og sama verkætlan oyðileggur so nógv serstøk náttúruøki.

Felagsskapirnir Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Veltan, og Føroya Sílaveiðifelag hava í felag umrøtt ymsu uppskotini um farleið og meta, at uppskotið um farleið 1A (Gjøgnum Sandsbygd, Djúpadal-Sandvík) oyðileggur mest, meðan farleið 2A (Undir Sandsbygd, Traðardal-Sandvík) oyðileggur minst. Farleið 2A er upprunaliga eitt uppskot hjá Landsverki frá 2019, sum seinasta árið er blivið kannað og lýst gjølla og væl. 

Við hesum felagsskrivinum heita vit tí staðiliga á politisku flokkarnar um at velja farleið 2A sum tryggjar eina góða suðuroyarleið, meðan vit samstundis tryggja, at vit ikki oyðileggja Sandoynna og alt tað serstaka, ið har er.

Tá ið vit gera dýrastu verkætlan í Føroya søgu, eiga vit at gera hana ordiligt - og vit eiga sjálvandi at taka hædd fyri náttúruni í øllum stórum verkætlanum. Besta loysnin má veljast, har øll atlit – ikki bara tað fíggjarliga – verða tikin hædd fyri.

Við vón um, at politisku flokkarnir umhugsa støðu sína og ikki skunda hetta álvarsliga mál gjøgnum.


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Føroya Fuglafrøðifelag

Hagafelagið

Føroya Sílaveiðifelag

Veltan