OYL: Bad­minton­lands­lið­ið vann seg í finaluna

Hava enn ikki tapt eitt sett

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Føroyska badmintonlandsliðið hevur vunnið seg i finaluna í liðkappingini á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. Og hava harvið tryggjað Føroyum í minsta lagi eitt silvurheiðursmerkið.

 

Heldur ikki í hálvfinaluni móti Minorka taptu okkara somikið sum eitt sett. Tó reið um snarið í fyrra settinum, tá Rúni Øster vann einmansleikin hjá monnum. Fyrra settið endaði 27-25. Tað seinna endaði 21-15.

 

Føroyar vunnu 3-0 á Minorka, og spæla finalu í kvøld klokkan 18.

 

Grønland er á odda 2-1 ímóti Oynni Man í hinari hálvfinaluni. Hesaferð má Grønland klára seg uttan Jens-Frederik Nielsen, ið nú er landsstýrisformaður. Hann var teirra sterkasta kort í badminton á fleiri oyggjaleikum.

 

##med2##

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya