Flogferðsla
Tvær ferðir í farnu viku upplivdu suðuroyingar eitt løgið fyribrigdi. Tað var mest í Sumba, men eisini í Vági, at fólk vóru varug við hetta fyribrigdi.
Báðu ferðirnar hoyrdu fólk eitt flogfar, sum fleyg óvanliga lágt. Fyrru ferðina var týsmorgunin klokkan 6.30 og aðru ferðina var hósmorgun klokkan 6.20.
Flogfarið larmaði so illa, at fleiri vaknaðu av tí og summi fóru eisini út fyri dyr at vita, hvat var áfatt.
? Tað larmaði so illa, at tað ljóðaði sum um tað fleyg ímillum húsini, sigur ein sumbingur, sum vaknaði hesa náttina.
Hann sigur, at hann ivaðist ikki í, at talan var um eitt flogfar í neyð og hann stóð bara og bíðaði til hann hoyrdi, at tað brast.
Men so fjaraði ljóðið burtur aftur, uttan at nakað hendi.
Sama skilið var hósmorgunin. Aftur hesuferð fleyg eitt flogfar so lágt, at fólk stúrdu fyri, at tað fór at detta niður.
Ein, vit tosaðu við, hugdi enntá eftir klokkuni fyri at kunna staðfesta heilt nágreiniliga, nær vanlukkan hendi.
Men heldur ikki hesuferð hendi tíbetur nakað og ljóðið fjaraði burtur aftur av sær sjálvum.
Ikki so galið
Tað var nú ikki heilt so galið, sum suðuroyingar halda. Bæði á flogvøllinum í Vágum og á Færøernes Kommando siga tey, at tað, sum sumbingar og vágbingar siga, passar væl við teir upplýsingarnar tey hava um flogf'ør yvir Føroyum.
Bæði flogvøllurin og Færøernes Kommando siga, at akkurát hesar klokkutíðir fleyg eitt farmaflogfar yvir syðra parti í Føroyum.
Men tað var ikki so lágt, sum suðuroyingar hava mett. Flogfarið fleyg nevniliga 26.000 føtur uppi, tað er í 8,7 kilometra hædd.
Hetta var eitt farmaflogfar, men hvør hevur leigað tað vita tey ikki. Tey vistu heldur ikki tá, hvaðani tað kom, og hvagar tað var á veg.
Men talan er um eitt "Antonov An 12" skrúvuflogfar, sum er bygt í Ukreina. Tað hevur fýra motorar og larmar illa.
Somuleiðis heldur Færøernes kommando, at serlig viðurskifti í luftini og fjøllini kunnu hava gjørt, at ljóðið hoyrdist serliga væl hesar báðar morgnarnar.
Men onkur stuttligur sumbingur helt so fyri, at hoyrdust flogfarið tað so væl, hóðast tað fleyg yvir átta kilometrar uppi, má hol heilt bestemt hava verið á útstoytinum.....