Pál Vitalis Joensen hevur í dag svomið innleiðandi svimjingina í 1.500 metrum til EM í London. Tíverri sær út til, at Pál Vitalis Joensen ikki er í stórform í løtuni. Hann kom á mál sum nummar 10 av 10 í sínum riðli.
Tíðin hjá Páli V. Joensen var 15:16.44, ið ikki røkkur til pláss í EM finaluni. Eisini Óli Mortensen svam í innleiðandi og endaði somuleiðis aftast í sínum riðli við tíðini 16:24.42.