Pál Joensen á Youtube

Á Youtube ber til at síggja heiðursmerkjahandina, tá Pál Joensen vann 400 frí hósdagin og gjørdist evropameisari fyri juniorar

Leinkjan er ru.youtube.com/watch . Í hesi kapping legði Pál seg klárt á odda at kalla beinanvegin og var meginpartin av finaluni eina til tvær kropslongdir fremstur. Ikki fyrr enn Pál Joensen hevði vent fyri seinastu ferð og skuldi svimja seinastu 50 metrarnar heim á mál, byrjaði italiumaðurin Alex Di Giorgio at ota seg inn á hann. Munurin minkaði fyri hvørt tak, men Pál Joensen helt tørn, kom fyrstu á mál, og tryggjaði Føroyum evropeiskt gullheiðursmerki. Tíðin hjá Pál Joensen var 3:51:44, meðan italiumaðurin kom næstur á mál við tíðini 3:51:55. Nummar trý var Xavier Mohammed úr Stórabretlandi.