Páll Brim var upprunaliga við í bólkinum Danny & the Veetos, men avgjørdi fyri stuttum at fara úr bólkinum. Páll Brim býr í Onglandi, hann lesur Popular Music á universiteti í Falmouth, og í samband við skúlan gjørdist hann limur í sínum nýggja bólki, saman við Chris Baker & Emilio Ayto, ið báðir eru úr Onglandi.
- Bólkurin eitur Lunacci + The Lunatics, Chris Baker var upprunaliga einsamallur og kallaði seg sjálvan fyri Lunacci, men tá Emilio Ayto og eg komu við, valdi hann at broyta navni til Lunacci + The Lunatics, sigur Páll Brim.
- Eg spæli ukulele og syngji við á løgunum sum vit framføra, á okkara staklagi sum er komi út kann man hoyra meg flenna gjøgnum sangin, tað er stuttligt at gera okkurt so øðrvísi, greiðir Páll Brim frá. Chris hevur skrivað, miksað og produserað lagið, so hava Emilio Ayto og eg verið við honum og tiki tað upp, sigur hann. Sangurin eitur Delicate og hann er lagdur á Youtube og Spotify, vit ætla at koma út við einari fløgu komandi summar, so møguliga fleiri stakløg koma út áðrenn tað, sigur Páll Brim.
- Vit hittust tá eg flutti til Falmouth, eg búði saman við Chris Baker, og tað vardi ikki leingi til vit gjørdust góðir vinir. Eg og Emilio Ayto hittust eisini gjøgnum Chris Baker, teir høvdu longu spælt saman fyrr, og so kom eg uppí. Teir báðir lesa eisini tónleik á Falmouth University, sigur Páll Brim. Grundin til at eg fór úr Danny & the Veeots er ikki tí eg fann ein nýggjan bólk, eg hevði hugsað um tað leingi, tað eru fleiri grundir men í síðsta enda so passaði tónleikaslagið ikki til mín longur, greiðir Páll Brim frá.
Nýggja lagið hjá Lunacci og the Lunatics kann hoyrast her.