Allir partar eru vinnarar, tá pápin tekur lut í lívinum hjá børnunum á jøvnum føti við mammurnar: Børnini trívast betri, kvinnan verður meira nøgd og maðurin fær, á allan hátt, eitt nógv betri lív.
Hetta vísur øll europeisk gransking og hetta er eisini høvuðsboðskapurin hjá norska kynsgranskaranum, Jørgen Lorentzen, sum við fyrilestrinum, “Faðirskapurin í søguligum perspektivi og páparættindi í dag” heitir á allar pápar um at taka lut í arbeiðinum fyri javnstøðu, fyri á tann hátt at fáa møguleika fyri at gerast ein virknari partur í gerandisdegnum hjá børnunum.
- Javnstøða er ein stórur fyrimunur fyri bæði mannfólk og konufólk. Við javnstøðuni fáa mannfólkini eisini høvi at taka lut í og at fáa ávirkan á tað, sum veruliga hevur týdning her í lívinum: tey nærmastu, familjuna og børnini, sigur Jørgen Lorentzen.
Mugu taka lut
Hann forklárar víðari, at mannfólk hava medábyrgd fyri at fáa javnstøðu framda, bæði á arbeiðsmarknaðinum, í familjuni og í lóggávuverkinum.
- Lóggávan endurspeglar, hvussu langt vit eru komin í stríðnum fyri javnstøðu. Eitt nú í sambandi við barnsburðarfarloyvi og foreldramyndugleika, sigur Jørgen Lorentzen. Hann vísir eitt nú á, at nýggjasta granskingin vísir, at heili 88 prosent av pápunum ynskja, at børnini antin bara skulu búgva hjá teimum, ella helvt um helvt hjá pápanum og mammuni, í sambandi við hjúnaskilnað.
- Hetta sigur okkum somikið sum, at páparnir ynskja at taka lut. Men framvegis búgva heili 80 prosent av børnunum í høvuðsheitum hjá mammuni, sigur Jørgen Lorentzen, sum heldur hetta vera burturvið, tá hugsað verður um, at børnini hava rætt til bæði foreldur.
- Tíbetur eru teir allarflestu yngru páparnir í dag sera virknir í lívinum hjá børnunum. Tí er tað so ómetaliga synd í børnunum, tá tey, meiri ella minni, missa hann, tá foreldrini fara hvør til sítt. Hetta hóskar ikki til nútíðina, har vit ynskja at báðir partar skulu hava líkarætt, sigur hann.
Páparnir útblakaðir
Fyrilesturin hóskvøldið er býttur í tveir partar. Í fyrstu atløgu greiðir Jørgen Lorentzen frá um faðirskap í søguligum perspektivi. Við Sosialin greiðir hann frá, at við modernitetinum broytist leikluturin hjá pápanum í mun til gamla bóndasamfelagið, har bæði kynini eru felags um at taka sær av børnunum og at vera um tey í gerandisdegnum.
- Um aldamótið verður pápin sendur út á arbeiðsmarknaðin at forsyrgja familjuni. Samstundis gongur mamman heima og hevur ábyrgdina av børnunum. Sostatt verður alt viðvíkjandi uppaling, umsorgan og kærleika hennara lutur, ella fyrimunur.
- Hetta er stórt spell, tí tað er ikki úti á arbeiðsmarknaðinum, at veruliga lívið verður livað. Tað er saman við teimum nærmastu at persónligu vakstrarmøguleikarnir liggja og tað er eisini har vit uppliva tað, sum heldur lívið út, sigur Jørgen Lorentzen. Við ungdómsuppreistrinum og kvinnurørsluni broyttist støðan nakað, tí kvinnurnar troyttaðust av bara at ganga heima og verða forsyrgdar.
- Støðan hjá kvinnunum batnaði, men maðurin hevur ikki fingið, ella tikið, lut í teimum góðum, sum javnstøðustríðið hevur havt við sær, sigur Jørgen Lorentzen.
Javnstøða fyri bæði kyn
Hetta er eisini tað, sum annar partur av fyrilesturin snýr seg um: At rættilig javnstøða verður bert vunnin, um bæði kynini ynskja hana.
- Tí javnstøða er ikki bara ein fyrimunur hjá kvinnunum. Javnstøða snýr seg um líka møguleikar fyri bæði kynini. Og vit mannfólk fáa eisini eitt nógvar ferðir betri lív, um javnstøða er, sigur Jørgen Lorentzen, sum er púra greiður um, at hetta krevur eina hugburðsbroyting, ikki minst hjá mannfólkunum sjálvum.
- Mannfólk meta hvønn annan út frá høpisleysum ytri virðum, so sum starvi, ríkidømi og støddini á mappuni. Samstundis vísa allar kanningar, at menn, sum hava ábyrgd fyri børnunum á jøvnum føti við kvinnurnar, hava nógv hægri lívsgóðsku, sigur norski mannfólkagranskarin, Jørgen Lortentzen.
FAKTA:
Fyrilesturin: Faðirskapurin í søguligum perspektivi og páparættindi í dag, við norska kynsgranskaranum Jørgen Lorentzen verður í Miðlahúsinum í Havn hóskvøldið 30. oktober klokkan 20.
Fyrilesturin er almennur og ókeypis og varar í umleið ein tíma.
Javnstøðunevndin skipar fyri.
--
Um Jørgen Lorentzen
Jørgen Lorentzen starvast sum granskari á “Senter for tverrfaglig kjønnsforskning” á universitetinum í Oslo. Hann hevur serligan áhuga fyri gransking innan maskulinitet, faðirskap, seksualitet og harðskap, og hevur luttikið í almenna kjakinum í Noregi um familju, javnstøðu, pápar og faðirskap. Harumframt er hann leiðari av verkætlanini Menn og maskuliniteter, sum fevnir um gransking innan eitt nú faðirskap sum mentanarligt fyribrigdi í søguligum og nútímans týdningi.
Jørgen Lorentzen er eisini limur í norsku barnalógarnevndini, sum millum annað hevur til uppgávu at endurskoða lógarverkið, ið viðvíkir børnum, og hevur útgivið fleiri bøkur og greinar, eitt nú bøkurnar Män i Norden. Manlighet och modernität 1840-1940 (2006) og Kjønnsforskning (2006).