Maðurin, sum varð skotin saman við konu síni og vermammuni í teimum fronsku Alpunum fyri nøkrum døgum síðani, var heldur løgin teir seinastu dagarnar undan drápunum. Familjan var og helt summarfrí, men maðurin var ikki saman við teimum alla tíðina.
Saad al-Hilli, sum maðurin æt, bað um pláss á einum tjaldingarstaði næstseinasta leygardag. Hann greiddi hinum gestunum har frá, at familjan ætlaði at steðga har eina viku, men longu mánadagin pakkaðu tey saman í skundi og fóru til eitt annað tjaldingarstað, sum bara var nakrar hundrað metrar frá hinum.
Vitni hava greitt løgregluni frá, at meðan familjan búði á tí fyrra tjaldingarstaðnum, fór maðurin avstað í bili sínum einsamallur fýra ella fimm ferðir um dagin. Hann var burturi í ein lítlan hálvan tíma ella so hvørja ferð. Vitnini hava sagt, at tey sóu ongantíð nakran vitja familjuna, meðan tey vóru á tjaldingarstaðnum.