Páskini – páskirnar

Málráð frá Orðafragd: Nú eru páskirnar í hondum. Á nógv­um heimasíðum verð­ur skriv­að um »pásk­ini«, og á Face­book og øðr­um tøkn­i­lig­um miðl­um sæst heils­an­in »góð páskir« og »gleðilig páskir«.

Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum



Her mugu vit hava í huga, at rætta sniðið er »pásk­ir­nar«, og tá ið vit heilsa vin­um, kenn­ing­um og skyld­fólki um høg­tíð­ina, er rætta orð­ing­in »gleð­i­lig­ar pásk­ir«. At mong eru far­in at siga »páskini« í stað­in fyri »pásk­ir­nar« er á­virk­að av jól­u­num. Har siga vit »jólini« – »tey«, men »pásk­ir­nar« hava annað kyn; pásk­ir­nar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døg­um, so nevnist tað »um pásk­ir­nar«.

Leygardagin í páska­vik­u­ni nevna vit vanliga »páska­aft­an«. Tað kunnu handlar, fyri­tøk­ur o.tíl. hava í huga, tá ið lýst verð­ur við, nær ið opið er um høgtíðina. Har­um­framt skal havast í huga, at tað nevn­ist »páska­da­g­ur« og »ann­ar pásk­a­dag­ur«. Mæl­ast má frá at siga »fyrsti páskadagur«.

Nú ið páskavikan er um at røða, ber til at taka onnur heiti fram, ið ólag er komið á, t. d. orðið »skír­hós­dagur«. Í fram­burði verður orðið drigið saman og hev­ur snið­ið »skír­is­dag­ur«. Tað sniðið kunnu vit eis­ini nýta í skrift. Men tað ber ikki til at nýta orðið »skír­is­hós­dag­ur«, tí so er tað dupult­orð­að. Tó finna vit orðið »skír­is­hós­dag­ur« á nógv­um heim­a­síðum.

Dagurin fyri skírhósdag nevn­ist skír­hósaftan, og her skulu vit hava í huga, at orð­ið verður borið fram »skírisaftan«.