Páll Klettskarð fekk landsliðsboð – tók ikki av

Manslandsliðið: Áleyparin hjá KÍ stóð við síni orð, tá hann gjár fekk landsliðsboð

Søgan um Páll A. Klettskarð og føroyska manslandsliðið sær út til at hava fingið ein enda. Áleyparin hjá KÍ hevur verið at kalla høvðussøgan til landsliðsúttøkurnar seinastu nógvu ferðirnar, tí hóast hann skorar mál fyri KÍ, so hevur landsliðsvenjarin valt hann frá.

 

- Eg var til dyst í Klaksvík í gjár og tosaði við Páll. Eg greiddi honum frá, at eg vildi gera pláss fyri honum til seinastu fyrireikingarnar til Nations League kappingina, men hann segði nei takk. Tað virði eg, segði Håkan Ericson við Heðin Arge og Televarpið á tíðindafundinum í dag.

 

Páll A. Klettskarð hevur verið siðiligur øll árini og bara droymt um møguleikan, men á páskum segði hann við Agnar Prestá á Portalinum, at nú var hurðin til manslandsliðið latin aftur. Hetta endurtók hann í samrøðu við Televarpið, har hann segði:

 

“Eg føli at landsliðsvenjarin hevur valt sín hóp, og tað hevur hann gjørt í gjøgnum fleiri ár, og har havi eg ikki verið ein partur av tí. Tí dugi eg ikki at síggja hví eg skal verða tað í framtíðin og hví telefonin skal ringja – og um hon ringir, so ivist eg í um eg eri tøkur til tað”.

 

Tað bleiv til 13 landsdystir fyri áleyparan úr Klaksvík.