Páll legði fyri sum ferfaldur málskjútti

Málmunurin hjá ÍF er eftir fyrsta umfar -6

KÍ verður roknað millum FM favorittarnar, og ÍF verður roknað millum evnini at flyta niður.

 

Í dag hittust KÍ og ÍF í Klaksvík, har norski KÍ venjarin Haakon Lunov fyri fyrstu ferð hevði ábyrgdina av liðnum í almennum heimadysti.

 

Eftir tapið í stórsteypadystinum og ikki serliga sannførandi úrslitini í fyrireikingardystunum ráddi um hjá KÍ at vinna sannførandi sigur, og tað eydnaðist. KÍ vann 6-0, og serliga eyðsýndur var Páll A. Klettskarð, sum var ferfaldur málskjútti og longu, tá ið 11 minuttir vóru farnir, hevði skorað tvær ferðir við høvdinum eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg.

 

Í fjør var hann sera væl upplagdur fram til á norðoyastevnu, tá ið hann varð skaddur og ongantíð heilt vann seg aftur í ta støðu, sum hann hevði verið í.

 

Í dag sást, at Páll A. Klettskarð av álvara aftur hevur funnið rætta stevið. Hann sendi tríggjar ferðir bóltin í ÍF málið við høvdinum, og einaferð var hann fyrstur á returbólti.

 

Serliga var tað í høgru, at tað lá væl fyri hjá KÍ. Jóannes K. Danielsen og Árni Frederiksberg funnu væl hvønn annan, og Árni vísti seg at vera eins stinnur við vandamiklum hornaspørkum, sum hann hevur verið undanfarnu árini, tá ið KÍ hevur vunnið trý FM heiti á rað.

 

18 ára gamli Jóhan Josephsen fekk møguleikan undir liðini á Páll A. Klettskarð, og hann takkaði fyri við undan steðginum at økja um munin til 3-0. 4-0 málið skoraði Mads Bo Mikkelsen eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg og eftir at Jákup B. Andreasen, sum í dag var í eyðkenda leiklutinum sum balansuspælarin á miðvøllinum, hevði lagt innfyri aftur.

 

-Tá ið vit skora seks mál, og tá ið einki mál fer ígjøgnum, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir. Páll venur væl, hann hevði gott fólk kring seg, og hann er øgiliga væl upplagdur. Jákup N. Vilhelmsen stóð seg væl í miðverjuni, og vit rokna við, at hann fer at verða okkum góður. Nú gleða vit okkum at spæla ímóti B36 leygardagin, sigur KÍ venjarin í samrøðu við Heðin Arge í Televarpinum.

 

KÍ venjarin leggur aftrat, at hann og felagið leitar eftir møguleika at styrkja um liðið, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur nú fríggjadagin.

 

ÍF hevði fyrstu lítlu løtuna hug at bjóða av, men tað var skjótt, at leikluturin hjá fuglfirðingum var at verja fyri og sum 2. hálvleikur leið at royna at fáa ferðina úr spælinum og harvið at avmarka tapið. ÍF spælararnir vita, at tað verður onnur enn ÍF, sum fara at fáa tað trupult í Klaksvík. Hjá ÍF ræður um at standa seg væl í lykladystunum. Ein verður um eina viku, tá ið 07 Vestur verður gestur í Fuglafirði.

 

##med2##

 

-Vit vistu, at hetta fór at vera tung mótstøða. At teir skora eftir tvey horna beinanvegin er torført. Vit vandu hasa støðuna í gjár, men tíverri megnaðu vit ikki at byrgja upp fyri, og tað var avgerandi fyri dystargongdina.

 

-Nú fara vit til hús at fyrireika okkum at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur, og tá rokna vit við betri úrsliti enn í dag. Vit vóna, at tað manningarliga fer at eydnast at leggja aftrat, áðrenn vit hitta 07 Vestur, sigur ÍF venjarin Alex Jovevic í samrøðu við Televarpið.

 

Hjá KÍ fer longu leygardagin at fáa væl størri mótstøðu, tá ið B36 í Gundadali verður mótstøðuliðið.

 

KÍ – ÍF: 6-0 (3-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Páll A. Klettskarð

 

3-0: Jóhan Josephsen

 

4-0: Mads Bo Mikkelsen

 

5-0: Páll A. Klettskarð

 

6-0: Páll A. Klettskarð

 

Dagfinn Forná

 

KÍ: Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg, Mads Bo Mikkelsen – Jóhan Josephsen, Páll A. Klettskarð

 

ÍF: Jákup Nolsøe Jónsson – Elvio Gelmini, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum, Tonni J. Thomsen – Ruben Møller Nielsen, Bogi Reinert-Petersen, Gundur E. Petersen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov  

 

##med3##