Páll og KÍ koyra á

B36 bjóðaði av álvara av í dag, tá ið tað í síðsta enda kostaði, at liðformaðurin varð vístur av vølli

Tað er sera gott lag í KÍ leguni í Gundadali. Næstsíðsta leygarkvøld stóðu klaksvíkingar og norðoyingar sum slignir á nevið, tá ið B36 við 2-0 sigri varpaði meistararnar úr Klaksvík úr steypakappingini.

 

Tá varð nógv tosað um, at Páll A. Klettskarð ikki var millum teir fyrstu ellivu, og at tann avgerðin hjá venjaranum var stór orsøk til kiksaran í steypakappingini. Mikukvøldið takkaði Páll A. Klettskarð fyri álitið, tá ið hann aftur var millum teir fyrstu ellivu og skoraði hattrikk í 5-0 sigrinum á Svangaskarði.

 

Í dag var Páll A. Klettskarð aftur millum teir fyrstu ellivu, og hann skoraði tvey mál á útivølli ímóti B36. Hann legði beinanvegin KÍ á odda við fínum stútara eftir fínt álop og innlegg frá Claes Philip Kronberg úr vinstru. KÍ hevði tamarhald á spælinum, men B36 javnaði, tá ið snilt samanspæl eftir horna úr høgru endaði við, at Magnus Egilsson frágera hegnisliga stútaði bóltin í málið.

 

Páll A. Klettskarð var aftur á blettinum, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið eftir flatt innlegg frá Patrick da Silva úr vinstru.

 

2-1 í fyrra hálvleiki, men beinanvegin eftir steðgin javnaði Michal Przybylski eftir langt innkast, og so var alt púra opið.

 

-Vit kundu havt skorað fleiri enn tvey mál í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin vóru B36 spælararnir sera ágangandi. Vit vóru kroystir av teimum, men tíbetur eydnaðist tað at vinna, og hesin sigurin er søtur. Vit høvdu fingið fatur á spælinum aftur, tá ið B36 misti ein man, og tað var hugaligt at síggja Jonn Johannesen, sum hevur verið so nógv skaddur, at skora sigursmálið, sigur Magne Hoseth venjari hjá KÍ, sum heldur, at talan var um ógvuliga áhugaverdan dyst.

 

B36 venjarin Dan Brimsvík er vónbrotin:

 

-Vit høvdu ov stóra virðing fyri teimum undan steðginum. Eftir hvíldina tveittu vit virðingina av okkum, og tá spældu vit væl. At vit mistu Eli Falkvard Nielsen kostaði sigurin, tá ið teir skoraðu í sjey minuttir yvirtíðini, sum dómarin legði aftrat. Um seinna gula kortið var, sum tað átti at vera, ynski eg ikki at gera almennar viðmerkingar til. Vit hava nógv gott at taka við okkum, og vit menna okkum í øllum dystunum, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík við Trónd Arge á Rás1 hjá Televarpinum.

 

 

 

B36 - KÍ 2-3 (1-2)

 

0-1: Páll A. Klettskarð

 

1-1: Magnus Egilsson

 

1-2: Páll A. Klettskarð

 

2-2: Michal Przybylski

 

2-3: Jonn Johannesen