KÍ skal í kvøld klokkan 18 spæla móti BK Häcken í seinna dystinum í 2. undanumfarinum í Champions League. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki.
Fleiri føroyskir miðlar eru við á ferðini. Eitt nú bolt.fo og FM1. Báðir miðlarnir skriva, at hvørki Páll A. Klettskarð ella Mads Boe Mikkelsen verða tøkir til dystin í kvøld. Jonn Johannesen hevur vant og kann spæla eina løtu, meðan bæði Heini Vatnsdal og Patrick Da Silva eru at rokna sum tøkir.
Dysturin verður spældur á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg. Heimaliðið boðar frá, at tað er útselt til dystin. Millum teir 6.500 áskoðararnar verða eini hundrað KÍ-viðhaldsfólk.
Tað verður Premier League dómarin, Andrew Madley, sum saman við øðrum Premier League dómarum og hjálpardómarum skal leiða dystin. Annar av VAR-dómarunum er David Coote, sum dømdi venjingarlandsdystin millum Gibraltar og Føroyar í 2022.
Vinnur KÍ samanlagt á BK Häcken eru klaksvíkingar tryggjaðir eitt bólkaspæl. Spurningurin er bara í hvørjari kapping. Tapur KÍ í kvøld, so hevur KÍ enn ein møguleika at vinna seg víðari til bólkaspælið í UEFA Europa League. Liðið skal helst møta einum gomlum kenningi í litaviska Zalgiris. Gongur tað heldur ikki, so fær KÍ enn ein møguleika í UEFA Conference League.
KVF vísur dystin og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.