Tey hava boðið tingfólkum at taka lut í pallborðinum, ið serliga fer at snúgva seg um bústaðartrupulleikar, ung og tøkni.
Tingfólkini eru: Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðveldi, Hermann Samuelsen úr Sambandsflokkinum, Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Fía Selma Nielsen úr Fólkaflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum. Limir í ungdómsráðnum eru vertir og leiða kjakið.
Eisini verður snarrøðu-kapping millum politisku ungmannafeløgini. Eitt umboð fyri hvørt felag fáa 150 sekund í part at bera fram røðu við evninum 'Framtíðin í Føroyum'. Ein dómsnevnd av ungum velur bestu røðu.
Tiltakið er partur at fólkaræðisfestini Røddir, sum verður í skúlanum á Giljanesi 8. mai frá kl. 17 fyri ung í aldrinum 15-25 ár við verkstovum, básum og mati. Frá kl. 20 eru øll vælkomin - yngri sum eldri.










