Tey, ið leitaðu sær niðan í Norðurlandahúsið sunnukvøldið at síggja ballet, munnu óivað hava sitið eitt sindur bilsin undir framførsluni hjá Pars Pro Toto. Har vóru ongir balletskógvar og einki Corps de ballet ið hvítum klæðum. Hetta kemst av, at talan er um nakað heilt annað enn ballet, navnliga Modern, ella Contemporary, ein dansiháttur ið kom fram í 50`inum og sum hevði uppruna í eini andsøgn mótvegis balettini og tí formligheit ið var partur av henni. Og her er eitt hav av muni, bæði í teknikki og framførsluhátti.
Á palli vóru tvey fólk, íslendska dansarinnan Lára Stefansdóttir og tónleikarin Guðni Franzson, og saman framførdu tey trý stykkir sum Stefansdóttur hevur koreograferað í samstarvi við Franzson. Stefanson er balletvand, hevur dansað hjá ?Islendsku National ballettini? síðan hon var sjey ára gomul og er í dag ein av teimun tíggju føstu dansarnum í kompaníðinum, ið hoyrur til skúlan. Hon hevur luttikið í einum havi av framførðslum á tjóðarsjónleikarahúsinum í Íslandi og aðrastaðni og vann í juni 2001 fyrstu virðisløn í Helsinki fyri sítt koreografiarbeiði. Sjálvt um ballet altíð hevur verið primervenjingin á íslendska balletskúlanum, framføra tey nú bert contemporary koreografiðir, sum tann ið víst var sunnukvøldið.
Ólíkað balettini, sum oftast hevur ein lítlan her av dansarum á palli í senn, er minimalisma í nógv størri mun eitt eyðkenni fyri Modern/Contemporary ballet, og hetta sást eisini aftur í Pars Pro Toto. Har var ein einkul palluppsetan, ein tónleikari ið eisini virkaði sum partur av koreografiini og bert ein dansari sum ofta var akkompagnieraður av bert einum ljóðføri sum tónleikarin spældi á ?live,? ella ógvusligum ljóðum vid einklum rútmum undir.
Fyrsta framførslan byrjaði vid at salurin varð heilt myrkalagdur og úr myrkrinum hoyrdist eitt ógvusligt brøl. Sum pallljósini spakukuliga tendraðust, sást ein maður ið spakuliga lyfti eitt skáp upp at standa, meðan hann brølaði, og ein kvinna við langum ljósum flættum sat vid rygginum til áskoðaran. Spakuliga fór hon at røra seg, og bleiv dámurin sum frá leið aggresivur og, aftur við reydligum pallljósum og klæðum, eitt sindur erotiskur.
Hetta stykkið kallast Langbrók og er tað úr Njáls Saga, um Hallgerður Langbrók, ein tann best kenda kvinnan í íslenskum bókmentum. Søgan, ella kanska meir kvinnan, kann samanberast vid okkara Beintu. Langbrók var vøkur og vís, gift tríggjar ferð, og lótu allir menn hennara lív.
Væl sást í dansinum at talan var um kvinnu ið hevði vald og vildi lokka, men eisini sást kvinna ið strembar ímóti einum kvinnu ideali. Hetta sást serliga at enda, tá skápið var vent við og ein holað kvinnumynd kom til sjóndar, sum dansarin dansaði inn ímóti, og síðani legði seg nærum naknan frammanfyri. Eitt evni ið líka so væl kann vera tikið úr dagsins samfelag sum úr hundrad ára gomlum bókmentum.
Næsta framførsla var ein klarinett solo ið Guðni Franzson framførdi afturvið teldu, og seinasta framførsla var kallað ?Lady Fish and Chips.? Í hesum dansi vera tríggjar yrkingar nýttar sum tveir vælkendir íslenskir yrkjarar hava skrivað, Jónas Hallgrímsson, yrkjari úr 19. øld og kendur sum romantikari, og rithøvundurin Jónas Árnason.
Henda framførslan byrjar við at Franzson kemur á pall spælandi á australska rørljóðførið Didgerydoo. Sídan kemur dansarin inn við einum bunti av langum grasi í hvørjari hond, sum hon í bláum kjóla dansar ógvuliga róliga og flótandi við, til hon á gólvinum hevur gjørt ein ring av grasi, sum hon síðani dansar rundan um og inni í.
Eftir hetta skiftir Franzon ljóðføri og spælur títtari og meir áleypandi tónar, meðan hann sparkar grasið úr ringinum. Nú kemur Stefanson inn aftur í reyðum kjóla, og dansurin broytist til títtari og meir discoteque kendar rørslur sum hon framførir við einum: ?Á eg eri deilig og kool? bráði, ið fær láturin fram í áskoðarnum. Fyrst tí tað líkasum yvirhøvur ikki passar til undanfarna dámin á framførsluni, og síðan tí tað er sum ein parodi á fólk í dansi eitt leygarkvøld tá kenningin er meir enn passalig og sjálvsálitið í topp.
Í hesum stykkinum síggjast tvær ymiskar lýsingar av kvinnuni, fyrsta til kærleiksyrkingina hjá Hallgrímsson úr 19. øld, har dámurin er róligur og leinktandi, seinna til yrkingina hjá Árnason, ið livdi til 1995, har vit hava meir nútímans rørslur og eitt sjálvsikkurt og meir komiskt brá.
Framførðslan hjá Pars Pro Toto var avgjørt verd at síggja. Afturvið eini spennandi lýsing av kvinnu og mentan fingu vit flótandi og sterku rørslunar hjá Láru Stefansdóttir at síggja. Hennara teknikkur er á sera høgum støði, og ein varð fangaður av sterku og sjálvtilvitaðu útstráling hennara. Sigast kann, at íslendsku røtur hennara koma til sjóndar í listini hon skapar. Myrkur, vindljóð, tungur dramatikkur og sterkar kenslur, innilæstar fyri síðani at bróta út, lúrdi undir allari framførsluni, og fær hetta ikki ein at hugsa um íslendsku náttúruna?
Spell at ikki fleiri slíkar framførslur koma hendan vegin, ið kunnu hugkveikja tey, ið vilja hugkveikjast. Dansur er eisini mentan, kanska í elsta hami av øllum, og hann nýtist hvørki at vera á tá ella í ring.
Jóna K. Thomsen er næmingur á The Place, London Comtemporary Dance School