Paul Pogba fingið leikbann í fýra ár

Franski miðvallarin hevur fingið leikbann í fýra ár fyri doping

Italksir miðlar skriva í dag, at 30 ára gamli Paul Pogba hevur fingið leikbann í fýra ár fyri doping. Hann bleiv tikin fyri testosteron í dysti móti Udinese í august 2023.

 

Italska anti-doping sambandið hevur biðið um dóm í fýra ár, meðan Paul Pogba vónaði at fáa dómin niður í helvt, tí hann pástóð at hann tikið testosteroni av óvart. Hetta er sambært italskum miðlum ikki gingið á møti.

 

Paul Pogba bleiv í 2016 heimsins dýrasti spælari og hevði heimin fyri sínar føtur, men síðani hevur tað bara gingið ein veg. Avrikini í Manchester United vóru ikki so góð og seinni endaði hann í almennum rokið við familjuna hjá sær, ein av beiggjunum hjá honum lovaði at avdúka loynidómar um nú 30 ára gamla Paul Pogba.

 

Enn hava avrandi myndugleikar og felagið hjá honum, Juventus, ikki viðmerkt málið.