Rói og liðfelagarnir vunnu stórsigur í grannauppgerð

Hallby vann stórsigur á AMO á heimavølli

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld móti AMO í Jönköpings idrottshus. Talan var um grannauppgerð í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Hallby vann stórsigur 37-21 á AMO. Í steðginum var Hallby á odda 19-11.

 

Rói gjørdi sítt við at skjóta fimm mál, og við at leggja upp til trý mál. Rói var millum næstbestu málskjúttarnar hjá Hallby. Toppskjútti var Hampus Söderman við seks málum.

 

Hallby er nú á einum áttanda plássi, ið gevur atgongd til endaspælið. Hallby hevur sjey stig fyri sjey dystir. Hallby hevur fingið sjey av átta møguligum stigum á heimavølli, men hevur enn til góðar at fáa fyrsta stigið á útivølli.

 

Fríggjakvøldið 25. oktober spælir Hallby dyst á útivølli móti Önnered.