Paul Watson lýsir á buss­skýl­um í stríði móti ís­lendsku hvala­veiðuni

Paul Watson-herferðin móti íslendskari hvalaveiðu er nú eisini flutt út á gøturnar í Reykjavík og øðrum býum í Íslandi

Sambært íslendska blaðnum Morgunblaðið hevur Captain Paul Watson Foundation keypt lýsingar á bussskýlum í Reykjavík og øðrum støðum í Íslandi. Endamálið er at fáa almenningin at venda sær móti hvalaveiðuni og leggja trýst á myndugleikarnar og hvalaveiðifelagið Hvalur hf.

 

Lýsingarnar eru partur av herferðini Operation 86, sum Paul Watson kunngjørdi fyrr í ár. Málið er at steðga allari vinnuligari hvalaveiðu í Íslandi.

 

Seinastu dagarnar hevur felagsskapurin eisini lovað 250.000 íslendskar krónur (um 13.000 danskar krónur) í samsýning til fólk, sum kunnu geva upplýsingar um, hvar íslendsku hvalaveiðiskipini eru. Tað er liður í royndunum at fylgja skipunum og forða teimum í at veiða langreyð.

 

Paul Watson hevur í áratíggju verið ein av fremstu og mest umstríddu umhvørvisstríðsmonnunum í heiminum. Hann stovnaði Sea Shepherd og leiðir í dag Captain Paul Watson Foundation, sum boðar frá, at felagið ætlar at fylgja íslendsku hvalaveiðiskipunum á sjónum í summar. Hann er kendur í Føroyum, her hann vitjaði á fyrsta sinni í 1986. Í 1986 vórðu tveir av manning hansara handtiknir á Havnarvág. Paul Watson hevur ongantíð verið á landi í Føroyum. Hann kláraði at sigla undarn sjóverjuskipinum Ólavi Halga í 1986, tá ætlanin var at handtaka hann fyri ólógliga virksemið hansara í Føroyum hetta summarið. Hann hevur vitjað aftur við skipið síðanum nakrar ferðir síðani tá.

 

##med2##

##med3##

##med4##