Skála verður aftur at síggja í Effo-deildini komandi ár. Teir vunnu í ár gull í kappingini hjá 1.deild hjá monnum, og fluttu upp í Effo-deildina saman við B68.
Sum skilst, arbeiðir Skála eisini við at styrkja liðið til komandi kappingarár.
Longu nú kann navn setast á fyrsta leikaran, ið kemur at styrkja um liðið hjá Skála komandi kappingarár.
Fyrrverandi landsliðsleikarin, Pauli G. Hansen, ger nevniliga comeback komandi ár, tá hann aftur fer at spæla við besta liðnum hjá Skála.
Hesum váttar venjarin hjá Skála, Pauli Poulsen, fyri in.fo í kvøld.
Pauli G. Hansen var í seinnu hálvu í fjør partur av liðnum hjá Skála, sum spældi í bestu deildini. Í ár hevur hann bert spælt tann eina dystin fyri Skála.
Umframt Skála, so hevur Pauli G. Hansen eisini umboða EB/Streym, har hann spældi tíðarskeiðið frá 2009 til 2012.
Leysasøgur vilja eisini vera við, at ein annar fyrrverandi Skála leikari, Jonhard Fredriksberg, aftur verður partur av besta liðnum hjá Skála komandi kappingarár. Tað skal tó takast við fyrivarni, tí talan er um gitingar.