Pauli hevur skift hálvt liðið út

Fimm spælarar eru skiftir út hjá heimaliðnum Skála, sum í góðveðrinum undir Mýruhjalla hevur vitjan av FM kandidatunum úr Eysturkommunu

Klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl á Skála, har Víkingur og heimaliðið fara at seta punktum fyri 24. leikumfari.

 

Hjá Skála snýr tað seg um at vinna stig í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður. Hjá Víkingi er takið at vinna og harvið at nærkast uppaftur meiri FM heitinum.

 

Fríggjadagin fer Skála at spæla lykladyst í botnstríðnum. Tað verður á útivølli ímóti B68.

 

Sammett við teir ellivu, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli, tá ið Skála tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB, so eru fimm spælarar skiftir út. Nýggir á liðnum eru Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen, Karl Martin Johansen, Emil Rosenborg og Erwin Rasmussen. Teir avloysa liðformannin Jákup Jakobsen, Bjarta Thorleifsson, Nocolai Dohn, Atla Djurhuus Petersen og Ara Ó. Ellingsgaard.

 

Hjá Víkingi eru tvær broytingar. Nýggir á liðnum eru Bergur Gregersen og Finnur Justinussen. Teir avloysa Inga Jonhardsson og Jørgen Nielsen, sum báðir eru millum teir, sum sita á beinkinum.

 

Skála – Víkingur kl. 18.30

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr