Pauli og Einar til B68

Toftamenn hava tryggjað sær undirskrift frá bæði venjaranum og landsliðsspælara hjá NSÍ, nú B68 fyrireikar seg til komandi kappingarár

Seinnapartin í gjár frættist, at samstarvið millum NSÍ og Paula Poulsen sum venjara var endað í øllum góðum, eftir at Pauli hevði verið í Runavík síðani 2007 sum fyrst hjálparvenjari í eitt ár og síðani høvuðsvenjari í trý.
Men ikki gekk long tíð, so frættist eisini, at Pauli hevði fingið nýggjan arbeiðsgevara í fótbóltshøpi, tí 38 ára gamli skálamaðurin skrivaði undir við ein tvey ára sáttmála við grannarnar í B68.
– Vit í Tofta Ítróttarfelag eru sera fegin um, at Pauli hevur játtað at vera høvuðsvenjari hjá felagnum komandi tvey árini, sigur Jógvan Højgaard, formaður í B68, við heimasíðuna hjá felagnum.
Pauli fer ikki heilt tómhentur út á Toftir, tí við sær hevur hann 23 ára gamla landsliðsspælaran hjá NSÍ, Einar T. Hansen, sum eisini hevur skrivað undir sáttmála við B68.
Einar hevur síðani 2004 røkt plássið sum vinstri vongverji hjá runavíkingum, umframt at hann í fleiri ár hevur spælt á fótbóltslandsliðnum, men nú skal hann so venja seg við at vera B68-ari.