Pauli og Rói vunnu á Teis og Peter Krogh

Føroyingauppgerð var millum HØJ og HC Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Í kvøld var ein sonn føroyinga-uppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ tók ímóti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus í kvøld.

 

Tað gjørdist liðið hjá Paula og Róa sum vann dystin. HØJ vann dystin 32-29. Í steðginum var HØJ á odda 17-13.

 

Hóast tapið gekk framúr væl hjá Teis, ið skoraði skoraði sjey mál og gjørdist saman við Jesper Meinby toppskjútti hjá Aarhus. Peter Krogh skoraði eitt mál fyri Aarhus.

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ. Tíverri eru tølini fyri avrikið hjá Paula ikki tøk.

 

Aftaná tvey umfør í deildini hevur HØJ trý stig, meðan Aarhus hevur eitt stig.

 

##med2##