Pauli toppskjútti og besti leikarin hjá Kristiansand

Liðið hjá Paula Mittún og Helga H. Hoydal vann fyrsta dystin teir spældu í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið

Landsliðsleikarin, Pauli Mittún fekk eina frálíka byrjan uppá kappingarárið, tá hann og liðfelagarnir í Kristiansand vunnu 36-30 á Haslum í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini. Kristiansand var á odda 16-13 í steðginum. 

 

Pauli Mittún gjørdist toppskjútti hjá Kristiansand við sjey málum uppá átta málroyndir, og hann var eisini valdur at vera besti leikarin. 

 

Helgi H. Hoydal var ikki millum málskjúttarnar hjá Kristiansand í kvøld.

 

Mikukvøldið spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget móti stórliðnum, Kolstad á heimavølli, so Kjartan fær eina harða byrjan uppá kappingarárið. 

 

Í næstbestu norsku hondbóltsdeildini skoraði Teis Horn Rasmussen trý mál fyri nýggja lið sítt, Follo, ið vann stórsigur 38-26 á Ros á heimavølli. Í steðginum var Follo á odda 18-11.

 

Tróndur Mikkelsen gjørdist toppskjútti hjá Ryger Stavanger, ið vann tepran 30-29 sigur á Charlottenlund á útivølli. Charlottenlund var á odda 17-16 í steðginum. 

 

Tróndur skoraði 11 mál fyri Ryger. Hann setti fýra av fýra brotskøstum í netið. 

 

Julian J. Kragesteen skoraði eitt mál fyri Ryger. 

 

##med2##

 

 

 

Teis Horn Rasmussen í dysti fyri Follo