Pauli í Sandagerði er komin heim úr Danmark at venja við gamla kórið sínum til konsert í annaðkvøld.
Talan er um konsert við Hanus G. Johansen, kórinum Cantabilé, og Gunhild Andreasen er eisini komin úr Danmark at vera solistur.
Pauli í Sandagerði var kórleiðari hjá Cantabilé, innan hann flutti til Danmarkar, og Gunhild Andreasen sang eisini við kórinum, innan hon gjørdist útiseti. Alt hetta liggur nøkur ár afturi í tíðini, so í so máta er talan um forkunnuga konsert.
Sjálvi lýsa tey luttakandi konsertina soleiðis: Heit og hugnalig konsert, har Hanus G. Johansen og Cantabile framføra løg, ið verða tikin upp til fløguútgávu. Á skránni eru úrvaldar kærleiksyrkingar, sum Hanus hevur gjørt løg til, og Pauli í Sandagerði hevur lagt til rættis. |
Konsertin verður í Müllers Pakkhúsi fríggjakvøldið og atgongumerki fáast á kunningarstovuni í Havn.
Mynd: Pauli í Sandagerði venur við Cantabilé