Pedagogútbúgvingin anno 2005

Asta Lydersen, Klaksvík

Av tí at tað nú er so nógv frammi um pedagogútbúgvingina í Føroyum, hevur undirritaða hug at koma uppí kjakið við hesum innleggi, sum varð skrivað tá Pedagogblaðið nr. 1 ? apríl 2005 kom út:
Aftaná at hava lisið í seinasta »Pedagogblaðið« um, hvussu nógvir pedagogar enn restar í áðrenn tørvurin, úti á ymsu stovnunum er nøktaður, kundi eg hugsað mær at komið við nøkrum tonkum hesum viðvíkjandi.
Ein útbúgvingarmøguleiki, sum ikki hevði verið eins kostnaðarmikil, sum at seta ein pedagogflokk á stovn afturat, kundi verið: At farið niður í hálva tíð á arbeiðsplássinum, fingið restina av lønini sum SU líknandi stuðul ella við lagaligum láni, meðan viðkomandi var fjarlesandi frá Pedagogskúlanum í Havn. Kundi so verið innkallaður á skúlan ein til tveir dagar um mánaðin, kanska annan hvønn mánað, (meðan hinir næmingarnir eru heima vegna uppgávur).
Gjøgnum telduna kann ein allatíðina vera í samband við ein vegleiðara frá skúlanum.
Hesin mátin kundi fyrst og fremst verið fyri tey »eldru« hjálparfólkini, sum í fleiri ár hava arbeitt á stovnunum í Føroyum. Hava familju o.a. sum ger tað vónleyst hjá teimum, eisini um tey skuldu sloppið gjøgnum nálareygað, at sloppið inn á Pedagogskúlan í Havn, at flyta ella at skula ferðast til Havnar hvønn dag.
Tað kunnu verða nógv ymisk viðurskifti, sum gera at hjálparfólkini, hóast stóran áhuga og gott hegni, geva upp og tískil ongantíð fáa útbúgvingina tey kundu hugsað sær. Sum nevnt valdu tey kanska at fáa sær familju fyrst, kanska var einasti møguleikin tá at fara til Danmarkar at lesa, og so gekk tíðin?
Síðani kom Pedagogskúlin í Havn, men nógv ov fáir næmingar sleppa inn. Fyri hesi fólkini hevði fjarlestur verið svarið.
Latið tey ungu, sum orka at ferðast til Havnar hvønn dag ella lættliga kunnu flyta til Havnar eina tíð, eiga møguleikan at sleppa á Pedagogskúlan, fyri tey er sosiala samveran á skúlanum av stórum týdningi og mennir tey nógv.
Mítt egna bakland fyri at skriva um hetta málið er, at eg sjálv eri pedagogur. Ein av teimum »gomlu« frá 1969. Útbúgvingin fór fram á Jysk Børnehaveseminarium í Aarhus, men eg havi arbeitt øll árini í Føroyum. Havi starvast saman við nógvum hjálparfólkum, sum vóru vælegnað til pedagogar, men sum ikki sóu sær nakran møguleika fyri at fara at lesa.
Eg havi eisini sæð tær sum fluttu nógv mørk og fóru at lesa, við hjálp og stuðuli frá teirra nærmastu.
Ofta havi eg hoyrt sagt, aftaná lokna útbúgving· »Eg hevði ikki trúð at eg fór at broytast so nógv!«
Tá eg sjálv byrjaði í Føroyum, varð ofta spurt. »Hví skal man læra at ansa børnum? Kunnu øll ikki tað?«
Jú, sjálvsagt ansa øll foreldur sínum børnum, útfrá tí tey meta er best fyri júst teirra barni. Men vit, sum skulu ansa nógvum ymiskum børnum, við ymiskum fyritreytum, mugu læra um barnasinnið, um hvussu stórt árin, ymiskt vit koma út fyri í lívinum, hevur á tann einkulta.
Tey seinastu árini, havi eg havt næmingar, sum hóast »eldri« eru farin undir fjarlestur við tilknýti til eitt danskt seminarium. Hetta vísir satt árræði og má eg bara taka hattin av fyri hesum næmingum. Teir gera ein stóran innsats fyri at fáa ynskidreymin uppfyltan!
Tó vildi eg ynskt, teirra vegna, at útbúgvingin kundi farið fram, við tilknýti til føroyskt seminarium, tí tað er her teir ætla at arbeiða. Føroyar hava síni egnu viðurskifti, og sínar egnu lógir.
Tað hevði verið gott um øll hjálparfólkini á ymsu stovnunum í Føroyum, høvdu sæð sín møguleika í tí, at fjarlestur frá Føroya Pedagogskúla, var teirra loysn!
At fáa bjóðað ymisk skeið, kann vera mikið gott, men at kunna standa við einum prógvi, aftaná lokna útbúgving, tað er tað sum gevur sjálvsálit!