Pedagogfelagið bíðar eftir at sleppa til samráðingarborðið

Føroya Pedagogfelag bíðar framvegis eftir at sleppa til samráðingarborðið um ein nýggjan sáttmála.

Føroya Pedagogfelag bíðar eftir at sleppa til samráðingarborðið. Felagið hevur einki ímóti lønarkarminum, sum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið hava avtalað.

– Vit hava havt óformligar fundir við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, har vit hava umrøtt ymisk evni, sum kunnu verða partur av komandi samráðingunum. Men vit hava ikki handað okkara krøv enn, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag við Kringvarpið.

Sambært henni hevur Pedagogfelagið einki ímóti lønarkarminum, sum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið hava avtalað. Karmurin gevur ein lønarvøkstur upp á 3,87 prosent fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í fjør til 30. september í ár.

– Vit eru ikki partur av avtaluni, men vit hava einki ímóti karminum, sigur Sanna á Løgmansbø, sigur hon við Kringvarpið.

Forkvinnan ivast tó í, um veruligar samráðingar fara í gongd, áðrenn summarfrítíðin byrjar.

 

Føroya Pedagogfelag bíðar eftir at sleppa til samráðingarborðið. Felagið hevur einki ímóti lønarkarminum, sum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið hava avtalað.