Pengarnir verða ikki trupulleikin

Verður neyðugt við íløgum á Drelnesi fyri at Norrøna kann liggja har, er kommunan sinnað at átaka sær tað - um ongin annar vil

Nógvir suðuroyingar blivu mestsum ovfarnir, táið Sosialurin í gjár avdúkaði, at arbeitt verður við møguleikanum at seta Norrønu í siglingina ímillum Havnina og Suðuroynna ímeðan Smyril er til eftirlit og umvælingar.

Smyril fer til eftirlit og umvælingar tann 20. apríl og roknast kundi við, at tað fór at taka upp til ein mánaða.

Kunngjørt varð, at ímeðan skuldu Dúgvan røkja Suðuroyarsiglingina.

Men suðuroyingar gjørdu eitt ramaskríggj, og síðani eru mótmælini, formlig og óformlig, heglað niðuryvir báði Strandferðsluna og Landsstýrið.

Og tað fekk landsstýrismannin í samferðslumálum, sum er sjálvur Edmund Joensen, at stinga fingurin í jørðina og at hugsa seg um einaferð afturat.

Og síðani hevur hann lovað, at Dúgvan verður ikki avloysaraskip hja Smyrli, men at landsstýrið arbeiðir við øðrum, fult forsvarligum loysnum.

Og í gjár kundi Sosialurin bera tey tíðindi, at ein loysn, sum verður kannað, er at lata Norrønu røkja suðuroyarsiglingina henda mánaðin, Smyril er burtur.

Smyril Line er biðið at kanna, sum tað tekniskt letur seg gera at sigla Trongisvágsfjørð og at brúka havnina á Drelnesi.

Og tað eru ongir trupulleikar við tí, hvørki við dýpinum, skráanum, ella ferjuleguni sum heild.

Einasti trupulleiki, sum kann stinga seg upp, er, hvussu Norrøna skal bindast, tí atløgubryggjan er bara 78 metrar long, og Norrøna er 130 metrar long.


Møguliga ein pullart

­ Eg haldi at hetta er ein frálík loysn. Norrøna skal vera vælkomin.

Býráðsformaðurin á Tvøroyri fegnast um, at arbeitt verður við at finna hóskandi avloysara fyri Smyril, og hann heldur, at Norrøna er ein góð loysn.

­ Tí at sett Dúgvuna í sigling, hevði ikki á nakran hátt verðið góðtikið.

Mánakvøldið skuldi skiparin á Norrønu koma suður at hyggja eftir umstøðunum á Drelnesi fyri at finna útav, hvussu trupulleikin at binda Norrønu, skal loysast, og um nbakað skal gerast í tí sambandinum.

Páll Vang sigur, at møguliga verður talan um at gera ein pullart lonri inni.

Páll Vang sigur, at hann metir, at ein pullartur, sum tann, talan møguliga er um gera, kostar nakað omanfyri 50. 000 krónur.

Fer kommunan at betala tað?

­ Tað skal ikki skilja okkum. Vil ongin annar betala pullartin, fer kommunan at betala hann - sum kommunan altíð er von til at betala samferðsluútreiðslur fyri landið. Tað skal ikki blíva eitt stríðsmál.

Men Páll Vang sigur, at kommunan fer sjálvandi at spyrja um, ikki Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan vilja vera við at betala pullartin.

Tí tað heldur hann er púra náttúrligt.

Hann heldur, at tað er heilt órímiligt, at kommunurnar noyðast at gera so stórar íløgur í havnir og ferjulegur, sum av røttum átti at verið landsuppgáva.

­ Prinsipielt átti alt, sum eitur ferjulegur at verið landsuppgávur, sigur Páll Vang

­ Tað er heilt órímiligt, at lorvíkingar skulu betala eina ferjulegu, sum teir ikki brúka.

­ Tað er eisini heilt órímiligt, at vestminningar skulu noyðast at betala eina ferjulegu, sum vestminningar ikki brúka.

­ Og tað er heldur onki høpi í, at tvørafólk skulu betala eina ferjulegu, sum allir suðuroyingar, og norðoyingar brúka.

­ Men hendan ætlanin skal ikki stranda uppá tað, endurtekur Páll Vang.