Pensjónistar kunnu missa 1000 krónur um mánaðin

Tað er óvist um samgongan megnar at halda lyftið um at lækka skattin og at bøta um samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Tí kunnu pensónistar missa 1000 krónur um mánaðin í eftirløn

Samhaldsfasti

Pensjónistar kunnu missa næstan 1000 krónur um mánaðin.
Tað kann gerast avleiðingin um samgongan ikki megnar at halda síni lyfti um at útgaldið úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum skal hækka munandi komandi árini.
Tá ið samgongan kom til, setti hon sær stórmál fyri.
Eitt av hesum stórmálum vóru at lækka skattin 60 milliónir um árið í øllum valskeiðnum, Eitt annað stórmál var at hækka pensjónirnar munandi. Ein partur av hækkingunum í pensjónunum skuldi fáast við at hækka samhaldsfasta, so at inngjaldið úr honum kom at hækkað munandi tey komandu árini.
Men tað var eisini ein avgjørd treyt skattalættin og ætlanin um at krevja størri inngjald í Samhaldsfasta fyri at hækka útgaldið, hingu saman.
Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Verður annað slept, skuldi hitt sleppast eisini.
Ì ár gekk alt sum ætlað. Skatturin lækkaði og inngjaldið til Samhaldsfasta hækkaði og sostatt eisini útgjaldið.

Stígur komin í
Men nú er vandi fyri, at stígur kemur í.
Sum tað sæst á greinum aðrastaðni í blaðnum, er ætlanin at lækka landsskattin næsta ár. Men stórur ivi er um, antin talan er um ein skattalætta, sum eisini skal føra til, at samhaldsfasti hækkar, ella um talan er um eina umlegging, sum ger at avtalan um at hækka samhaldsfasta næsta ár, eisini fellur burtur.

Missa 1000 krónur
Sigurd Poulsen, sum er í stýrinum fyri samhaldsfasta, sigur, at útgjaldið næsta ár er ásett at vera 930 krónur um mánaðin. Tað er eftir lógini, sum nú er í gildi við einum inngjaldi uppá 0,75% frá hvørjum parti
Hevði inngjaldið í samhaldsfasta hækkað upp í 1% frá hvørjum parti næsta ár, soleiðis sum samgongan avtalaði, hevði útgjaldið verið 1200 krónur um mánaðin næsta ár.
Sostatt koma pensjónistar longu næsta ár at missa 270 krónur um mánaðin.
Men verri verður um hendan støðan heldur sær, uttan at samhaldsfasti hækkar.
So verður útgjaldið verðandi á 930 krónum um mánaðin, umframt onkrar heilt smáar dagføringar.
Men verður ætlanin hjá samgonguni fylgd, hevði útgjaldið longu í 2007 komið uppá 1900 krónur um mánaðin.
Verður ætlanin hjá samgonguni ikki gjøgnumførd, koma pensónistar sostatt at missa næstan 1000 krónur um mánaðin, longu frá 2007.
Higartil hava øll goldið 0,5% av lønini og arbeiðsgevarar hava goldið 0,5% av útgoldnum lønum í samhaldsfasta.
Í ár hækkaði gjaldið upp í 0,75 frá hvørjum parti og tað hevur givið eitt útgjald uppá 910 krónur um mánaðin.
Næsta ár er útgjaldið dagført, so at tað verður 930 krónur um mánaðin.
Eftir ætlanini hjá samgonguni, skuldi inngjaldið hækkað upp í 1% frá hvørjum parti í 2006 og tað hevði ført til eitt útgjald uppá 1200 krónurum mánaðin.
Men 1. januar 2007, skuldi inngjaldið hækka eitt hálvt prosent afturat, upp í 1,5% frá høvrjum parti og tað hevði givið eitt útgjald uppá 1900 krónur um mánaðin.
Men nú er stór óvissa um framtíðina hjá samhaldsfasta og tí er vandi fyri, at útgjaldið ístaðin kemur at standa á 930 krónum um mánaðin, umframt onkrar smávegis dagføringar.
Politikarar úr samgonguni fáa onki sagt um framtíðina hjágrunninum, tí teir siga, at teire mugu føra búskaparligan politikk út frá tí veruleika sum er.