Pensjónsnýskipanin í Løgtingið í dag

Løgtingið hevur í dag fyrsta tingfundin í hesum nýggja árinum, og er tað serstakliga uppskot um broytingar av ymiskum slag, sum skulu gerast sum partur av pensjónsnýskipanini. 

 

 

 

Á skránni eru 1. viðgerðir av broytingum í verandi løgtingslógum um ávikavist áseting og javning av almannaveitingum. Um viðbót til ávísar pensjónistar. Um almannapensjónir, um eftirløn, um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og um javningarprosent til almannaveitingar.  

 

 

 

Tingmálini verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina. Tingfundurin byrjar klokkan 10.00.