Pensjónistar fáa nú 3.910 krónur um mánaðin

Gjaldið úr Als verður 30 prosent hægri í ár, enn tað var í fjør

Í ár fer gjaldið úr Samhaldsfasta til fólkapensónistar, at vera 3.910 krónur um mánaðin. Tað er úrslitið, nú stýrið fyri Samhaldsfasta hevur havt fund í dag.

 

Hetta er 800 krónur hægri enn tað, stýrið annars hevði sett gjaldið í ár til.

 

Men hetta er samstundis úrslitið av, at samgongan hevur hækkað inngjaldið til Samhaldsfasta, so at løntakarar og arbeiðsgevarar nú skulu rinda eitt hálvt prosent meiri í grunnin meiri, í part.

 

Samstundis fekk Stýrið fyri Samhaldsfasta heimild til at áseta gjaldið av nýggjum, og tað er hetta, stýrið hevur gjørt í dag.

 

Hetta er ein liður í einum pensjónspakka hjá samgonguni, har grundupphæddin lækkar fyri at spara pening. Men samstundis hækkar viðbótin og kringvarspgjaldið lækkar.

 

Fyri at geva pensjónistum meiri eftir at liva av, hevur tað eisini ligið í kortunum, at gjaldið úr Samhaldsfasta skuldi hækka, og tað er so hent nú. Sostatt verður gjaldið 3.910 krónur um mánaðin í ár, ella 46.920 krónur alt ár.

 

Í fjør var gjaldið 3.010 krónur um mánaðin og sostatt er talan um eina hækking upp á sløk 30 prosent.

 

Gjaldið fyri januar var útgoldið í desember og tí verður gjaldið næstu ferð 3910 krónur, umframt 800 krónur fyri januar, ella 4.710 krónur tilsamans. Og síðani verður tað so 3.910 krónur um mánaðin, tað ið eftir er av árinum.