Peter er føroyameistari fyri 16. ferð

Stóri finaludagurin, sum tær tríggjar smærri ítróttargreinarnar, badminton, borðtennis og judo, ganga saman um, var í Høllini á Hálsi í dag.

 

Í mansfinaluni í borðtennis var tað veteranurin, 45 ára gamli Peter H. Nicalsen, sum vann ímóti lærlingi sínum, Halli Thorsteinsson. Peter kom á odda 2-0 og 3-1 í settum, og hetta var ein ov stórur biti at gloypa hjá Halli, sum annars helst var favorittur undan finaluni. Peter H. Niclasen vann dystin 4-2. Hetta var 24. ferð, at Peter var í finaluni, og 16. ferð hann gerst føroyameistari. Fyrstu ferð var í 1984.

 

Í kvinnufinaluni í borðtennis hittust verandi føroyameistarin, 15 ára gamla Anna Mikkjalsdóttir úr TBF, og 18 ára gamla Henrietta Nielsen, sum er hálvur føroyingur, venur við SISU í Århus og spælir fyri týska felagið Flensburg TSB. Hóast Anna var væl við í dystinum og fekk nógvar bóltar í hvørjum setti, so spældi Henrietta sera væl tær avgerandi løturnar og vann dystin 3-0.

 

Í mansfinaluni í badminton hittust Niclas Eysturoy og Benjamin Gunnarstein. Báðir spæla í donskum feløgum. Niclas spælir við Skovbakken, meðan Benjamin spælir við Middelfart.

Í fyrsta setti gekk javnt á, men tá ið nærkaðist endanum dróg Niclas frá og vann 21-15. Í øðrum setti var Benjamin greitt omaná, og hóast Niclas gjørdi eitt gott hál at enda, so vann Benjamin settið 21-17 og javnaði harvið til 1-1 í settum. Í triðja og avgerandi setti var Niclas omaná at kalla alt settið, og tá ið Benjamin ikki megnaði at hótta hann av álvara, so kundi Niclas umvegis 21-15 endurvinna føroyameistaraheitið.

 

Í kvinnufinaluni í badminton var tað aftur í ár ein dystur ímillum systrarnar báðar, Rannvá D. Carlsson og Brynhild D. Carlsson. Aftur í ár var tað yngra systirin, Rannvá, sum var greitt omaná. Hon vann stórt í báðum settunum og prógvar bara, at hon helst er besti kvinnuligi badmintonleikarin, ið Føroyar hava uppalt.

 

Sí úrslit niðanfyri:

 

Borðtennis

 

Einmansleikur, menn:

Hallur Thorsteinsson - Peter H. Niclasen 2-4 (8-11, 10-12, 11-6, 8-11, 11-8, 9-11)

 

Einmansleikur, kvinnur:

Henrietta Nielsen – Anna Mikkjalsdóttir 3-0 (11-9, 11-8, 12-10)

 

Tvímansleikur, kvinnur:

Eingin finala spæld.

 

Tvímansleikur, menn:

Hallur Thorsteinsson/Fróði F. Jensen – Peter H. Niclasen/Pætur Albinus 3-0 (11-6, 11-8, 11-6)

 

Blandaður tvímansleikur:

Henrietta Nielsen/Pætur Albinus – Anna Mikkjalsdóttir/Knútur Jóannesarson 3-1 (11-9, 11-7, 8-11, 11-7)

 

Badminton

 

Einmansleikur, menn:

 

Niclas Eysturoy – Benjamin Gunnarstein (21-15, 17-21, 21-15 )

 

Einmansleikur, kvinnur:

Rannvá D. Carlsson – Brynhild D. Carlsson 2-0 (21-12, 21-8)

 

Tvímansleikur, menn:

Gunnar Poulsen/Hilmar Kass Jacobsen – Niclas Eysturoy/Benjamin Gunnarstein 0-2 (9-21, 16-21)

 

Tvímansleikur, kvinnur:

Rannvá D. Carlsson/Brynhild D. Carlsson – Gunnva Jacobsen/Guðrun Jacobsen 2-0 (21-5, 21-13)

 

Blandaður tvímansleikur:

Guri Poulsen/Niclas Eysturoy – Aksel Poulsen/Rannvá D. Carlsson 0-2 (7-21, 16-21)