Hanus Joensen hevur spælt flestar landsdystir í hondbólti (60), og tað er eisini Hanus Joensen, sum hevur skorað flest mál. Hann hevur skorað 250 landsliðsmál fyri Føroyar.
Næstbesta málskjúttin er Heini Hanusarson, sum hevur skorað 204 mál og spælt 43 landsdystir.
Besti málskjútti á liðnum, sum nú er í Kiel, er Peter Krogh. Landsliðsspælarin úr H71 hevur skorað 121 mál.
Bestu málskjúttarnir eru sambært yvirlitinum hjá Ásbjørn Nielsson Nattestad hesir:
Hanus Joensen, 250 mál
Heini Hanusarson, 204 mál
Kári Mortensen, 193 mál
Ingi Olsen, 162 mál
Sámal Joensen, 130 mál
Peter Krogh, 121 mál