Peter Sørensen heldur Lyngby karaktermyrðir Magna Hoseth

Viðmerkjarin hjá Viasat er sera bersøgin um atburðin hjá Lyngby

Fótbóltsáhugað í Føroyum, Noregi og í Danmark vóru sera skelkað um tíðindini, at venjarin sum skrivaði evropeiska søgu við KÍ, Magne Hoseth fekk sekkin eftir bert 50 dagar í starvinum sum høvuðsvenjari hjá superligaliðnum, Lyngby, og aftaná bert tveir dystir í superliguni.

 

Ein av grundgevingunum hjá Lyngby at geva Magna Hoseth sekkin var, at hann er so "introversur", also ein lukkaður persónur. Tað var nú ikki nakað vit í Føroyum løgdu merkið til farna kappingarár.

 

Viðmerkjarin hjá Viasat Sport, Peter Sørensen er alt annað enn nøgdur við viðferðina Magne Hoseth hevur fingið frá Lyngby.

 

HER  ber til at síggja eitt innslag frá TV3 Sport, har viðmerkjarin, Peter Sørensen bersøgið heldur fyri, at Lyngby hevur karaktermyrt Magna Hoseth við teimum útsøgnunum felagið er komið við um Magna Hoseth aftaná uppsøgnin gjørdist veruleiki. 

 

Í samrøðu við bold.dk sigur Magne Hoseth: - Tey (Lyngby red.) hava rætt til at koma við slíkum útsøgnum. Eg tími bara ikki at vera partur av hasum karruselinum. Tey hava loyvið at siga hvat tey halda. Tað eru summi ting, ið eru ógvuliga skeiv, og so eru tað ting sum eru eitt sindur røtt. Men eg haldi avgjørt, at tey kundu nærkannað starvsfólkarøktina. Sigur Magne Hoseth.

 

Spurdur um hvørji ting eru skeiv, svarar Magne Hoseth: - Tað vil eg ikki viðmerkja. Tað fer at koma ein viðmerking seinni, men tað verður ikki nú. Sigur Magne Hoseth við bold.dk. 

 

Magne Hoseth avvísir í samrøðuni við bold.dk, at hann skal vera introversur. Hann staðfestir tó, at tað er ein munur á norskari og danskari mentan. Í Noregi eru fólk bara ikki líka opinskáraði sum í Danmark.