Petur Grønagarð fekk grótsteypið

Dart: Petur Grønagarð vann kappingina, sum Strálan skipaði fyri næstseinasta vikuskifti

Vikuskiftið 14. og 15. februar skipaði Strálan fyri kapping í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Leygardagin 14. februar var tvímansleikur, og kappaðust 14 pør. Vinnaraparið av hesi kapping varð Alvin Egholm og Suni Rasmussen úr Havnar Róðrarfelag. Teir spældu í finaluni móti Henrik Petersen og Poul Poulsen úr Havnar Dartfelag. Triðja plássið fingu Petur Djurhuus og Janus Jensen úr Íkast, og Finn Bærentsen og Regin Dalsgarð úr Havnar Róðrarfelag.

Hendan dagin høvdu Alvin og Suni fægst pílar (16), og hægstan útgang høvdu eisini Alvin og Suni (170).

Sunnudagin 15. februar var einmansleikur, og vóru 35 luttakarar. Finalan kom at standa millum Alvin Egholm (HR) og Petur Grønagarð (Argja Dartfelag). Petur vann kappingina og fekk hann tað stóra og vakra grótsteypið at hava í varðveitslu til næsta ár. Spælt hevur verið um tað seks ferðir av sjey, og er hetta aðru ferð, at Petur vinnur tað. Triðja plássið fingu Poul Poulsen (HD) og Suni Rasmussen (HD).

Hægstan útgang hevði Albin Ísaksson (Argja Dartfelag) upp á 151, og fægst pílar hevði Jackie Joensen (Argja Dartfelag) upp á 14.

Kappingin eydnaðist sera væl við stuðli frá Statoil, Føroya Bjór og Eilif Arge.