Petur Jákupsson, sum í mong ár hevur verið í valstýrinum fyri valstaðið á Strondum, hevur valt at leggja frá sær.
- Petur varð í 1993 valdur til eykalim í valstýrinum, og í 2001 kom hann inn sum fastur limur.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at tá Richard Johansen valdi at siga formanssessin frá sær í 2005, tók Petur við sum formaður.
- Fyrsta valið sum formaður var fólkatingsvalið hin 8. februar 2005.
Sum vanligt er, bjóðaði kommunustýrið valstýri og umsiting til morgunmat á valdegnum, og hesaferð var Petur boðin við.
- Eyðstein Heinesen, sum nú hevur tikið við sum valstýrisformaður, handaði Peturi ein gávu frá kommununi - við tøkk fyri trúgva tænastu.
Lagt verður aftrat, at eftir sum Petur ikki longur er formaður, fekk hann ta stóru æru at tryggja, at valkassin var tómur, tá valhølið læt upp.










