Pia Tafdrup vitjar í Føroyum

Tíðindaskriv

Í døgunum 9-12. apríl 2008 vitja danski yrkjarin Pia Tafdrup og maður hennara Bo Hakon Jørgensen bókmentafrøðingur í Føroyum.

 

Pia Tafdrup, sum í 1999 fekk Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið Dronningeporten (1998), fer á vitjanini at lesa upp úr nýggjastu yrkingasøvnum sínum og at greiða frá. Bo Hakon Jørgensen fer at halda fyrilestrar um danskar høvundar.

 

Í sambandi við vitjanina skipar Rithøvundafelagið fyri einum limatiltaki, har Pia Tafdrup fer at lesa upp saman við føroyskum yrkjarum og hitta teir á máli. Hetta tiltak er bert fyri limir í Rithøvundafelagnum.

 

Skráin fyri vitjanina sær soleiðis út:

 

Á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildini mikudagin 9. apríl kl. 13-15: Pia Tafdrup sigur frá ritverki sínum og lesur upp úr úrvalssavninum Springet over skyggen, 2006.

 

Á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildini hósdagin 10. apríl kl. 13: Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðingur, heldur fyrilestur um danska yrkjaran Per Højholt.

 

Á Tjóðpalli Føroya, forhøllini, hóskvøldið 10. apríl kl. 20: Tiltak við upplestri fyri limir í Rithøvundafelagnum. Tey ið fara at lesa upp vera: Guðrið Helmsdal, Heðin M. Klein, Oddfríður M. Rasmussen, Carl Jóhan Jensen, Jóanes Nielsen og Pia Tafdrup.

 

Í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. apríl kl. 13: Bókmentaligur seinnapartur. PiaTafdrup lesur upp úr savninum Tarkovskijs heste og greiðir frá. Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðingur, heldur fyrilestur um danska rithøvundin Karen Blixen.

 

Tiltakið hóskvøldið á Tjóðpalli Føroya er bert fyri limir í Rithøvundafelagnum. Hini trý tiltøkini eru øll almenn.