Kendi týski venjarin, Sepp Piontek, sum var danskur landsliðsvenjari frá 1979 til 1990, er í Føroyum til landsdystinum ímillum Føroyar og Týskland í kvøld. Sum danskur landsliðsvenjari hevði hann Lars Olsen á liðnum, og teir báðir hava eisini fingið eitt prát um dystin í kvøld. Og nøkur ráð hevði Sepp Piontek at geva lærusveini sínum.
- Eg veit væl, at tær dámar væl at spæla fótbólt. At spæla bóltin fram eftir o.s.fr. Men ímóti Týsklandi kann eg bara siga tær, at tú mást byggja ein múr í verjuni. Royn og fá styrkt verjuna, serliga í síðunum báðum, har tit mugu binda um. Har eru teir vandamiklir og royna at koma ígjøgnum at fáa lagt innlegg til Klose og Müller, sigur Sepp Piontek og undirstrikar:
- Tit mugu binda um við einum manni afturat í verjuni. Spælið við fimm monnum í verjuni. Tú kanst framvegis hava fýra mans á miðvøllinum, men so bara ein frammi. Hetta er ein máti at royna at halda teir frá tykkum, metir Sepp.
Hann metir tó ikki Føroyar hava nógvar møguleikar at vinna í kvøld – í grundini ongan møguleika.
- Tit kunnu tit ikki vinna henda dystin. Tit kunnu tó fáa eitt úrslit, sum er heiðurligt. Sjálvandi eru týsku leikararnir á einum øðrum støði, sigur Sepp Piontek at enda og vísir á, at ein týskur leikari kostar tíggju ferðir so nógv sum alt føroyska landsliðið tilsamans, sigur Sepp at enda.
Sepp Piontek, sum er 73 ára gamal, hevur eisini sjálvur spælt á týska landsliðnum - ella vesturtýska landsliðnum, sum tað áður æt og eisini í 1965 og 1966, tá ið hann spældi seks dystir.