Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå vunnu ígjár fyrsta dystin í hesum kappingarárinum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Piteå vann á heimavølli 1-0 á Vittsjö. Amerikanski áleyparin Amirah Iman Ali skoraði sigursmálið, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini. Ásla spældi allan dystin.
Piteå hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Komandi sunnudag klokkan 12 spælir Piteå dyst á útivølli móti Växjö.











