Plastikkrevolvari gav fongsulsrevsing

Ein øltystur maður, sum hótti tvey starvsfólk á Hotel Hafna við plastikrevolvara tann 30. oktober í ár, fekk mikudagin fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri sínar lótir

Leygardagin 30.oktober í ár fer ein øltystur maður inn á Hafnia Lounge fyri at keypa sær ein øl. Ungi maðurin aftanfyri barrina sýtir tysta manninum at fáa eina øl, tí hann hevur ikki nóg mikið av peningi fyri ølina.
Maðurin fer tí beina kós upp á matstovuna á Hotel Hafnia, har hann enn einaferð biður um eina øl, og tá ein tænari enn einaferð noktar honum ølina, gerst hann frá sær sjálvum. Hann hóttir tænaran við einum revolvara-plastikrevolvar- við, at fær hann ikki eina øl, so kunnu avleiðingarnar gerast álvarsamar.
Tænarin er ikki greiðir yvir, at talan er um ein plastikkrevolvara, og hon gerst tí ræðslusligin, men sissast aftur, tá maðurin velur at fara út úr matstovuni. Tænarin ger inspektørinum á Hotel Hafnia greitt, at hon hevur verið hótt, og inspektørurin meldar tilburðin alt fyri eitt.
Tá sinti maðurin hoyrir, at hann er meldaður, hóttir hann enn einaferð eitt starvsfólk á Hotel Hafnia við plastikkrevolvaranum.
Í gjár varð málið avgreitt í Føroya rætti, og úrslitið varð, at øltysti maðurin tann 30.oktober fekk 5 mánaðar fongsulsrevsing fyri sínar lótir. Sambært revsilógini er revsingin tann sama, um tú hóttir við einum veruligum ella plastikk revolvara, og harðasta revsing er tvey ár í fongsli.

Mynd: Ein maður, sum hótti tvey starvsfólk á Hotel Hafna við plastikrevolvara tann 30. oktober í ár, fekk mikudagin fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri sínar lótir.
Modellmynd: Jens Kr. Vang